Lars elskar at ferðast í Føroyum

Tá Sólrun og Lars vóru nýforlovað, tímdi hann onki serligt at ferðast heim til Føroyar við føroysku unnustuni. Men nógvu seinastu árini hevur hann elskað at ferðast í Føroyum, her hann eisini hevur fleiri vinfólk.

Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen. 40 ár, lærari og mamma Berg, Lisu og Símum. ”Heilur” føroyingur og forsætissætisráðharrafrúa.

Tað er ikki eiti á sum føroyingar gera um seg í sunnasta parti av kongaríkinum í hesum døgum. Ikki bara innan sang, tónleik og dans, men mínsann eisini á toppinum í donskum politikki, har sjálvur forsætisráðharrin hevur føroyska konu.

Sólrún Jákupsdóttir Rasmussen er dóttir Bergljót av Skarði, studentaskúlalærara í Havn, og Jákup Petersen, yvirlækna úr Klaksvík.

Sum so nógvir aðrir føroyskir ungdómar leitaði Sólrun sær til Danmarkar at lesa, tá hon var 18 ára gomul. Eisini føroyingum líkt, fluttin hon inn á eitt kollegium á Amager, og árið eftir hitti hon unga VU’aran, Lars Løkke Rasmussen. Hon var tá 19 ár og hann 23 ár.

- Eg hevði eina vinkonu, sum var virkin í ungmannafelagnum hjá Venstre, VU. Hon hevði ofta vitjan av øðrum ungum frá flokkinum, og tað var í hesum samandi, at eg lærdi Lars at kenna. Hetta hevur verið umleið 1988, sigur Sólrún við Sosialin.

Enn var Sólrun tó ikki sjálv virkin í politikki, men hon fylgdist við teimum ungu í Venstre. Seinni gjørdist hon tó limur í flokkinum, sum hon eisini hevur umboðað í býráðnum í heimkommununi Græsted frá 1997 og níggju ár fram.

- Tað, sum eg fall fyri við Lars var, at hann hvíldi so væl í sær sjálvum. Hann var klókur, sjarmerandi og búgvin, og hevði ikki brúk fyri at gera seg upp ella at blíva ’bekreftaður’ alla tíðina. Eisini var hann sera virkin, hevði nógv hugskot og tók stig til alt møguligt, sigur Sólrun, sum giftist við Lars Løkke Rasmussen í 1998.


Skal sannføra fólk

Spurd, hvussu hon roknar við, at maðurin fer at megna uppgávuna sum forsætisráðharri, sigur Sólrun, at hon, og øll onnur, sum kenna hann, ivast ikki í, at hann fer at hepnast væl.

- Hansara stóra avbjóðing verður at prógva fyri øllum øðrum, at hann er skikkaður til starvið. Hetta kann hann bara gera við at arbeiða hart og at mótprógva øllum søgunum um, at hann bara er ein lívsnjótari, sigur Sólrun.

Og so vísir hon sjálvandi eisini á ítøkiligu politisku avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, eitt nú fíggjarkreppuna og bíðiligstarnir til sjúkrahúsini.

- Tað eru fleiri, sum royna at sáa iva um Lars. Helle Thorning frá Sosialdemokratunum rópar hann ein ideologiskan ryttara, onnur óttast, at hann fer at koyra beinharðan og kaldan vinstrapolitikk, og uppaftur onnur vilja vera við, at honum dámar ov væl at drekka øl og at liva tað stuttliga lívið, sigur Sólrun.

Tí veit hon eisini, at hann noyðist at arbeiða hart fyri at blíva virdur sum ein seriøst arbeiðandi maður, sum fer tíðliga til arbeiðis og drekkur vatn.

- Hetta ger hann longu frammanundan, men pressan hevur givið eina mynd aðra mynd av honum, sum vit mugu arbeiða fyri at broyta, sigur Sólrun.

Hóast hon hevur verið ministarafrúa seinastu árini, roknar hon við, at leikluturin hjá forsætisfrúa verður nakað øðrvísi. Eitt nú verða fleiri uttanlandsferðir og meiri umboðan. Hetta fer sjálvandi eisini at ávirka hennara borgarliga starv sum lærari í lesiskúlanum á Balletskúlanum á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn.

- Men hetta tosaðu vit longu um, tá eg varð sett í starv. At eg komi at hava nakað av fráveru, tí eg eri kona Lars. Men sjálvandi royni eg at vera so lítið burtur sum til ber, sigur Sólrun, sum kemur frá einari av teimum mest tjóðskarsinnaðu familjunum í Føroyum, sum abbadóttir Sigurð Joensen, sála.


Elskar Føroyar

Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen og Lars Løkke Rasmussen eiga trý børn, sum øll skilja føroyskt. 19 ára gamla Berg, sum er á skótaleiðaraskeiði í Tunesien í páksaferiu, og 13 ára gomlu Lisu, sum gongur í 7. flokki, umframt Símun, 12 ár, sum gongur í 6. flokki. Børnini hava altíð gingið í lokala kommunuskúlanum.

- Vit ferðast vanliga heim einaferð um árið. Mamma mín, Bergljót av Skarði, er ófør at halda teimum til føroyska málið, eitt nú við at senda teimum bøkur og annað tilfar á føroyskum, sigur Sólrun, sum tí viðgongur, at tað verður tosað nógv danskt heima.

- Her eru so ofta onnur fólk eisini, at tað tykist ófólkaligt at tosa føroyskt, sum hini ikki skilja, sigur hon, og vísir til ungu au-pair gentuna úr Russlandi, og pápa Lars, Jeppe, sum hjálpir væl til við at halda havan hjá familjuni við líka.


Tá Sólrun og Lars komu saman, var hann ikki so glaður fyri at ferðast við henni heim til Føroyar. Men síðan er hetta batnað. Ikki minst eftir at tey fingu børn saman.

- Nú dámar honum líka væl at koma til Føroyar sum eg. Har fær hann frið, sleppur at súkla nakrar góðar túrar og at vera úti í náttúruni, sigur Sólrun, sum eisini fegnast um, at maðurin seinastu árini hevur bygt upp ein vinaskarða í Føroyum, serliga við monnum úr Sambandsflokkinum.

- Nú er tað soleiðis, at tá vit eru heima, fer hann sínar egnu túrar við vinmonnunum, til dømis til fótbóltsdyst í Gundadali, sigur Sólrun, sum nú biður meg bíða við, tí tað pikkar á dyrnar. Afturkomin greiðir hon frá, at tað var grannin, sum kom við blómum og at ynskja tilllukku við Lars.

- Hetta er eitt gott grannalag. EIn lítil vegur við fimm húsum, og so eitur tað Solbakken, sigur hon, og vit flenna, tí tað var júst á vælumtókta kollegiinum Solbakken í Enghave, har nógvir føroyingar hava búð, at Sólrun vaks upp fyrstu sjey árini, áðrenn hon flutti til Føroyar at ganga í 2. flokki.

- Hóast vit hava rættiliga langa leið inn til arbeiðis um morgunin, so ætla vit avgjørt at verða búgvandi her, sigur Sólrun, sum lovar, at familjan kemur til Føroyar at ferðast longu í summar.

- Árligi summarfundurin hjá Venstre verður hildin í Føroyum miðskeiðis í august. So tá koma vit heim áðrenn, sigur Sólrun, sigur Sólrun, sum hevur fleiri støð at vitja í Føroyum. Barndómsheimið hjá pápanum í Dáli og húsini hjá mammuni og systkjum hennara við Gjógv. Og so heima hjá pápanum í Klaksvík.

-Og vit gleða okkum longu at koma heim.