Um ein lítlan tíma spæla føroysku kvinnurnar fyrsta dystin í søguni í einum HM-endaspælið í hondbólti.
Í Trier í Týsklandi verður Montenegro mótstøðuliðið. Montenigrianska liðið hevur eina greiða favorittstøðu. 18. oktober vann Montenegro 32-26 (14-14) á Føroyum í EM-undankappingardysti við Tjarnir.
Hini liðini í innleiðandi bólki D, Spania og Paraguay hava leikt fyrsta dystin í bólkinum. Dysturin endaði við greiðum 26-17 sigri til Spania. Í steðginum var Spania frammanfyri við seks málum, 15-9.
Toppskjúttar hjá Spania vóru Danila Patricia So Delgado-Pinto við seks málum, og Ona Vegué I Pena við fimm málum. Toppskjúttar hjá Paraguay vóru Jazmin Mendoza Peralta og Fernanda Insfran Mora, báðar við fýra málum.
Bólkur D (Trier, Týskland):
26. november:
Spania – Paraguay 26-17 (15-9)
Montenegro – Føroyar, kl. 19.30.
28. november:
Paraguay – Montenegro, kl. 17.
Spania – Føroyar, kl. 19.30.
30. november:
Føroyar – Paraguay, kl. 14.30.
Montenegro – Spania, kl. 17.











