Finalan í evropeisku smálandakappingini í flogbólti hjá monnum í Norðurírlandi er júst liðug.
Føroyar vunnu smálandakappingina. Í finaluni vunnu Føroyar 3-1 á favorittunum úr San Marino. San Marino vann fyrsta settið, men okkara svaraðu aftur í stórum stíli. Triðja og fjórða sett vóru vunnin við greiðum muni.
FINALAN CEV SCA 2026: San Marino-Føroyar 1-3 (25-22, 22-25, 17-25 og 19-25).
Í hálvfinaluni vunnu Føroyar 3-2 á Skotlandi, og í innleiðandi umfarinum vunnu Føroyar 3-0 á Írlandi og 3-1 á Norðurírlandi.
Føroyar vóru sostatt ósigraðar í hesari kappingini. Eitt framúr gott avrik hjá okkara monnum.
##med2##












