Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. september 2025 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri part av matr. nr. 1000a og 1010u, Tórshavn í sambandi við ætlanir um at skipa íbúðarbygging í økinum.
Samtykt varð at:
- Broyta almennu byggisamytktina fyri part av matr. nr. 1000a, 1010u og em, Tórshavn frá D3 øki ætlað almennum stovnum, til A2 øki ætlað høgari bústaðabygging.
- Gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri Eirargarð, sum skipar bústaðabygging á parti av matr. nr. 1000a, Tórshavn.
Hetta verður gjørt soleiðis, at Bústaðir kann umbyggja umsitingarbygningin, har Heilsumálaráðið og Almanna- og heilsumálaráðið hava hildið til seinastu árini, kann umbyggjast til lestrarbústaðir.
Tórshavnar kommuna skrivar, at tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini og gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri Eirargarð, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 26. november 2025 til 7. januar 2026.
– Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 7. januar 2026, skrivar kommunan.











