Eins og í fjør, tá Heljareyga luttók sum gestabólkur á Wacken Metal Battle Føroyar, so verður aftur í ár ein gestabólkur, ið kemur á skránna umframt allar teir bólkar, ið kappast. Talan er um Jürghinn [...] Jürghinn, ið levera eina framførslu av tungmálmsklassikarum, spældir á ein hátt, sum einans Jürghinn duga.
Skal man meta frá vanligu framførslunum hjá Jürghinn, so er tað við fullari ferð og beint fram, skitið
INUK er ein sosial realistiskur filmur, og leikararnir eru starvsfólk og børn á barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi. Filmurin hevur fingið fleiri filmsvirðislønir og varð innstillaður til ein Oskar, sum [...] sum besti útlendski filmur í 2012. Leiðarin á Barnaheiminum í Uummannaq, Ann Andreasen, børn og ein fangari, sum eru við í filminum, verða til staðar á Seglloftinum hetta kvøldið, filmurin verður sýndur
hevur lopið ekka á fólk, su móttast, at ein álvarlig vanlukka er hend. Men løgreglan sigur, at talan er um eina venjing-ella í hvussu so er, mest um venjing. Ein partur av venjingini er á Brandstøðini við [...] við Áir og har er tað nevniliga hent, at ein, sum er við í venjingini, hevur brent seg eitt sindur, men talan er bara um smávegis snuddir, sigur løgreglan
klokkan 19 verður kvøldseta í studentaskúlanum á Kambsdali. Tvær kvøldsetur eru á hvørjum ári - ein á heysti og ein á vári. Næmingarnir fara at framføra sang og tónleik, og tveir flokkar fara at greiða frá [...] undir leiðslu av læraranum Vár Berghamar Jacobsen at framføra. Í steðginum verður høvi at keypa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið í kafeini, sum næmingar hava.
Ein 18 ára gamal íslendskur drongur varð skotin uttan fyri ein handil í býnum Tulsa í amerikanska statinum Oklahoma gjáranáttina. Hann varð so meint raktur, at hann doyði. Ein annar maður varð illa særdur
bygninginum, vórðu biðin um at fara úr bygninginum. Ein brandbilur kom eisini á staðið. Vakthavandi hjá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at orsøkin var ein roynd, ið varð gjørd í fysikstovuni, har onkur roykur [...] roykur var komin frá, og sum hevði tendra alarmin. Tey sendu ein sløkkiliðsbil á staðið fyri at tryggja sær, at alt var í lagi. Men tað var ongantíð nakað álvarsamt, sigur vakthavandi. Seinastu mánaðirnar
Ein persónur í Føroyum, sum keypti eini skaviseðil á Effo støð í Havn, hevur vunnið eina millión krónur. Tað boðar Danske Spil frá í morgun. Sambært Danske Spil fekk føroyingurin allar tríggjar rútarnar [...] rútarnar í spælinum eins, og tað hevði við sær, at hann vann størst møguliga vinning í spælinum – eina millión krónur skattafrítt. – Persónurin skuldi fylla tangan á bilinum, men endaði við at fylla sær lummarnar [...] lummarnar við pengum eisini, sigur Danske Spil. Føroyingurin keypti ein seðil í spælinum »Million Quick«, sum Danske Spil skipar fyri.
Tað hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni, men í gjár var ein patrulja í Eysturoy og gjørdi ferðakanningar. Úrslitið gjørdist, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, meðan ein fekk treytaða
hevur eitt granskingarprojekt prógvað, at tað er ein beinleiðis samanhangur ímillum, hvussu nógvar armboyggingar ein klárar at gera, og í hvussu stóran mun ein er í vanda fyri at fáa hjartasjúku. So ger a
652 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tveir persónar smittaðir í løtuni. Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya [...] Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Viðkomandi hevur verið uttanlands og varð staðfestur smittaður eftir kanning á sætta degi. Í gjár vórðu