Jürghinn spæla klassikarar

Á Wacken Metal Battle Føroyar verður eitt serstakt tungmálmsklassikara show við Jürghinn.

Eins og í fjør, tá Heljareyga luttók sum gestabólkur á Wacken Metal Battle Føroyar, so verður aftur í ár ein gestabólkur, ið kemur á skránna umframt allar teir bólkar, ið kappast.


Talan er um Jürghinn, ið levera eina framførslu av tungmálmsklassikarum, spældir á ein hátt, sum einans Jürghinn duga.



Skal man meta frá vanligu framførslunum hjá Jürghinn, so er tað við fullari ferð og beint fram, skitið og rættiliga rock’n’roll.

Wacken Metal Battle Føroyar er í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 8. mars. Atgongumerki fáast á nlh.fo.