Spania hevur játtað at taka ímóti einum ferðamannaskipi við ferðafólki, sum eru staðfest smittað við hantavirus.
Heimsheilsustovnurin, WHO, upplýsir hetta sambært tíðindastovuni AFP í dag.
Ferðamannaskipið MV "Hondius" liggur fyri akker út fyri Kap Verde oyggjabólkinum í Atlantshavinum, men fer í næstum at seta kós móti Kanarisku oyggjunum, sum hoyra til Spania.
Á Kanarisku oyggjunum fara sponsku myndugleikarnir at kanna skipið og ferðafólkini og sóttreinsa skipið, sigur stjórin fyri farsóttarfyribyrging hjá WHO, Maria van Kerkhove.
Umborð á MV "Hondius" eru 147 fólk.
Tvey ferðafólk hava fingið staðfest koronasmittuna, meðan fimm onnur, sum eru vorðin sjúk umborð á skipinum, eru undir illgruna fyri at hava verið smittað.
Millum tey sjey fólkini, sum antin eru staðfest ella eru undir illgruna fyri at hava smittuna, eru trý fólk deyð.
WHO hevur illgruna um, at virusið hevur smittað millum fólk á skipinum, hóast hetta er óvanligt.
Fólk verða vanliga smittað við hantavirus gjøgnum samband við smittaðar mýs ella rottur ella teirra føði, gjøgnum bitar ella við at anda dust, sum inniheldur dálking frá gnagaranum.
Fleiri sløg av hantavirus eru at finna ymsastaðni í heiminum við ymiskum sjúkueyðkennum. Nøkur av sjúkueyðkennunum eru fepur, vøddapína, kvalmi, uppkast og blóð í urininum.
Hantavirus kann hava við sær møguliga deyðiligar lungna- ella nýrasmittur.
Sjúkueyðkennini millum ferðafólkini á MV "Hondius" komu millum 6. og 28. apríl Viðkomandi ferðafólk fingu millum annað fepur, magatrupulleikar, lungnabruna og akutt lungnasvik.
Ferðafólk og manning hava fingið noktað atgongd til Kap Verde og eru tí í isolatión á skipinum.
Ferðafólk úr Bretlandi, Spania og USA umframt manning úr Filipsoyggjunum eru millum tey 147 fólkini umborð á ferðamannaskipinum.
Skipið sigldi úr Argentina umvegis Sankt Helena til Kap Verde.
/Ritzau/









