Ein persónur í Føroyum, sum keypti eini skaviseðil á Effo støð í Havn, hevur vunnið eina millión krónur.
Tað boðar Danske Spil frá í morgun.
Sambært Danske Spil fekk føroyingurin allar tríggjar rútarnar í spælinum eins, og tað hevði við sær, at hann vann størst møguliga vinning í spælinum – eina millión krónur skattafrítt.
– Persónurin skuldi fylla tangan á bilinum, men endaði við at fylla sær lummarnar við pengum eisini, sigur Danske Spil.
Føroyingurin keypti ein seðil í spælinum »Million Quick«, sum Danske Spil skipar fyri.