Kvøldseta á Kambsdali

Næmingar í studentaskúlanum í Eysturoy fara hóskvøldið at vísa sínar listarligu dygdir

Hóskvøldið klokkan 2030 verður kvøldseta í studentaskúlanum á Kambsdali. Tað eru næmingarnir í skúlanum, ið standa fyri kvøldsetuni, sum verður í skúlahøllini. Lærararnir hava hildið næmingunum til at hava kvøldsetuna, og at hava eitt sovorðið tiltak í høllini verður mett sum eitt gott høvi hjá næmingunum eisini uttanfyri skúlatíð at vísa sínar listarligu gávur.

Á skránni hesa ferð eru listaframsýning, tónleikur, upplestur og sjónleikur. Tað kostar einki at koma inn. Undir kvøldsetuni fer 2. x, sum fyrireikar seg til eina ferð uttanlands, at selja kaffi og køkur.

Listaframsýningin fevnir um oljumálningar, tekningar og foto myndir. Fleiri næmingar stilla út, og felags fyri teir flestu teirra er, at hetta er fyrsta ferðin, teir alment sýna fram.

Tónleikin fara m. a. næmingar, sum hava tónleik á hástigi, at standa fyri. Harafturat verður eisini okkurt at hoyra frá bólkum, sum ikki beinleiðis hoyra til á studentaskúlanum, men sum fyri ein part eru mannaðir við næmingum úr skúlanum.

Onkrir næmingar fara at bera yrkingar fram, sum teir sjálvir hava skrivað, og næmingar í 2. a fara at spæla sjónleikin við heitinum Shakespeare in love.

Úr Kambsdali verður sagt, at øll eru væl komin at vera við í kvøldsetuni, sum er tann fyrsta av sínum slagi á studentaskúlanum. Ætlanin er í hvussu so er at hava eina kvøldsetu í hvørjum skúlaári, og tað verður hildið, at tað er hóskandi at hava kvøldsetuna, tá veturin ? í hvussu so er sambært álmanakkanum! ? er um at missa takið, ljósið vinnur á myrkrinum, og vársins songur so smátt er við at vakna.