Tað hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni, men í gjár var ein patrulja í Eysturoy og gjørdi ferðakanningar.
Úrslitið gjørdist, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, meðan ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.
Teir fýra bilførararnir, ið fingu klipp í koyrikortið, høvdu allir koyrt millum 70 og júst yvir 80, og av tí at teir koyrdu í bygdum øki, var ferðin alt ov høg.
Fimti bilførarin varð tikin fyri at koyra 107 km/t í óbygdum øki, og fekk hann tí treytaða frádøming av førararættinum.