Øll, sum vóru í bygninginum, vórðu biðin um at fara úr bygninginum. Ein brandbilur kom eisini á staðið.
Vakthavandi hjá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at orsøkin var ein roynd, ið varð gjørd í fysikstovuni, har onkur roykur var komin frá, og sum hevði tendra alarmin.
Tey sendu ein sløkkiliðsbil á staðið fyri at tryggja sær, at alt var í lagi. Men tað var ongantíð nakað álvarsamt, sigur vakthavandi.
Seinastu mánaðirnar er bramdalarmurin á Glasi farin í gongd fleiri ferðir, uttan at nakað hevur verið galið.
##med2##