Mikukvøldið 27. februar klokkan 20 fáa suðuroyingar høvi til at síggja filmin INUK á Seglloftinum á Tvøroyri.
INUK er ein sosial realistiskur filmur, og leikararnir eru starvsfólk og børn á barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi.
Filmurin hevur fingið fleiri filmsvirðislønir og varð innstillaður til ein Oskar, sum besti útlendski filmur í 2012.
Leiðarin á Barnaheiminum í Uummannaq, Ann Andreasen, børn og ein fangari, sum eru við í filminum, verða til staðar á Seglloftinum hetta kvøldið, filmurin verður sýndur.
Pláss er fyri 100 fólkum á Seglloftinum á Tvøroyri.