Fólk í Havnini og aðrastaðni eru ørkymlað nú seinnapartin, tí tað eru nógv neyðsendarakfør at síggja við ýlandi sirenum.
Tað hevur lopið ekka á fólk, su móttast, at ein álvarlig vanlukka er hend. Men løgreglan sigur, at talan er um eina venjing-ella í hvussu so er, mest um venjing. Ein partur av venjingini er á Brandstøðini við Áir og har er tað nevniliga hent, at ein, sum er við í venjingini, hevur brent seg eitt sindur, men talan er bara um smávegis snuddir, sigur løgreglan |