Eisini í Keypmannahavn verður í ár skipað fyri stórari ólavsøku. Siður er at halda ólavsøku í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hvørt ár, og ólavsøkan verður eisini hildin í danska høvuðsstaðnum í ár. Hesuferð [...] Hesuferð tó ikki í Føroyahúsinum. Nýggja og stásisliga Norðurbryggjan verður í ár karmur um ólavsøkuna. ? Nú hava vit skipað fyri ólavsøku inni í Føroyahúsinum hvørt ár, og tá vit eru har, so eru møguleikarnir [...] sigur Martin Fjallstein, leiðari í Føroyahúsinum. Saman við føroysku feløgunum í Keypmannahavn varð tí tikið stig til at flyta ólavsøkuna av Vesterbrogade og yvir í Norðurbryggjuna, har umstøðurnar fyri
Í mai mánaði í ár var løgtingslóg nummar 68 samtykt. Hon snýr seg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist, sum føroyskir sjónleikarar hava bíðað eftir í áravís. Og 2. november 2003 kom hon so í gildi [...] 2004 er samtykt. Í og við nýggjari samgongu og nýggjum landsstýrismonnum kann tað í ringasta føri merkja, at Tjóðpallurin ongar játtan fær, men so svartskygdir eru yrkisleikararnir í Føroyum tó ikki. Tá [...] heldur so fram í verandi líki inntil Tjóðpallurin kemur. Við lógini hevur leiklistin í Føroyum tikið eitt stórt fet frameftir, sigur hon. Hinvegin so verður tað nógv lættari at arbeiða fram í tíðina. ? Við
tingbólkin, tí hann fór út um mark, tá hann legði eftir formanninum í tveimum lesarabrøvum í oktober mánaði. Hevur tú nakran stuðul í tingmanningini? Tað veit eg ikki, eg havi ikki tosað við nakran eftir [...] broyting. Eg gjørdist limur í Tjóðveldisflokkinum fyri 30 árum síðan, og eg havi framvegis somu hugsjónir, sigur Tórbjørn Jacobsen. Í Danmark verður dúgliga gitt, at Fólkatingsval verður í komandi mánað. Spurdur [...] hvørja støðu tingmanningin tekur í mun til niðurstøðuna hjá aðalstjórnini, er stutta viðmerkingin hjá Tórbjørn Jacobsen. Framtíðin Tórbjørn Jacobsen ætlar ikki at fella í fátt, hóast hann møguliga verður
havi verið í landi, er á leið ein mánaði. Eg sá ikki dóttur mína, fyrr enn hon var 8 mánaðir. Soleiðis vóru treytirnar tá, sigur Martin Gunnarstein. Roynt tað mesta Martin sigldi í 25 ár í danska flotanum [...] inn og so at síggja, tá eldur var í stóru tangaskipunum..., minnist Martin á. Hann var eisini við, tá fyrsti oljuboriplattformurin var førdur í Norðsjógvin. - Tað var í 1972, haldi eg. Vit sleipaðu olj [...] út í Norðsjógvin. Vit vóru fleiri bátar um sleipið, greiðir Martin frá, meðan vit fáa ein kaffimunn í messuni umborð á Roc Amadour. Martin var t.d. eisini við Nýborg, tá Nýuborg royndi eftir sild í Afrika
spennandi at sæð, hvussu nógv er hent í Árnafirði í seinastuni, sigur Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur í Klaksvík. Sum býráðslimur er hann somuleiðis valdur í ta serligu Árnafjarðarnevndina. Her hevur [...] framvegis er í bygdini. Bæði innan bygging, felagslív og vinnuligt virksemi eru positiv ting at hóma. Og nú standa eisini sethús í gerð í Árnafirði. Sum skilst eru tvey grundøki aftrat tøk í bygdini. Av [...] støð. Í bygdini finst tvey sera virkin feløg. Annað felagið er kappróðrarfelagið, sum fyri jól tók eitt nýtt og stórt neyst í nýtslu við øllum teim hentleikum, ið eitt slíkt krevur. Og í farna mánaði varð
aftur í mars mánaði, og hjá FIFA kunnu vit ikki góðtaka, at vit verða kunnað og spurd til ráðs um hetta fáar tímar, áðrenn dysturin ætlandi skal spælast, skrivar FIFA um brævið frá FSF, sum er sent í tímunum [...] ásetingarnar í altjóða fótbóltslógunum eru greiðar. Nevnliga at øll limalond skulu hava eina reglu um, at feløg og lilmir annars ikki hava loyvi at fara í rættin við fótbóltsviðurskiftum. - Havandi hetta í huga [...] verða sett í verk mótvegis fótbóltssambandinum. Biðið verður at enda um, at FIFA verður støðugt kunnað um málið, og at tey í seinasta lagi tann 11. juli hava fingið boð um, hvat víðari er hent í hesum. Eingin
Fyri øll Á hvørjum ári hevur Ljósið sett sín serstaka dám á miðbýin í Havn, tá árligi familjudagurin hevur verið fyriskipaður í mai mánaði. Tiltakið er merkt av øllum tí, sum natúrliga hoyrir til eitt slíkt: [...] havt egin høli til virksemið sítt. Í løtuni hevur felagið ikki egna høll og enn minni egna skrivstovu. Ella sum sagt verður: Skrivstova felagsins er í beriposum og í eini farteldu. Felagið eigur somuleiðis [...] Havn: Eitt av teimum virknu feløgunum í Havn er fimleikarfelagið Ljósið. Við sínum 700 limum er hetta felagið ein partur av frítíðini hjá nógvum børnum, ungum og vaksnum í høvuðsstaðnum. Men til raksturin av
Í hesum døgum verða seinastu upptøkur gjørdar til nýggja filmin um Trølla Pætur og øru ommu hansara. Talan er um fjórða filmin í røðini, og ætlanin er, at hann skal koma út síðst í november mánaði. ? Eg [...] áður, og í stóru søguni eru nógvar smáar søgur. Filmurin kostar okkurt um eina hálva millión at framleiða, og tað er felagið IRIS í Klaksvík, sum stendur fyri útgávuni. Sprongdu bil í luftina Í hesum fjórða [...] veruligt arbeiði, men tá ið hon fer í bankan fyri at heinta løn fyrstu ferð, kemur eitt kuffert hjá henni í bland við tað hjá mafiuni, og so er galið. Omman endar aftur í fongslinum, men hon vil reinsa seg
Tá Jákup Heinesen í Klaksvík var 13 ára gamal, misti hann pápa sín. Pápin átti skipið Ekliptika, sum í mars mánaði í 1941 hvarv á ferðini úr Aberdeen og til Føroya. Jákup sá pápa sín fyri seinastu ferð [...] Heinesen frá. Sendi nýggja mynd Pápi hansara skuldi til Havnar í ørindum í sambandi við KFUM, sum hann hevði verið við til at stovna í Klaksvík. Í Havn tók hann avgerð um at fara við skipinum hjá sær til Skotlands [...] norður til Klaksvíkar í brævi. Í hesum brævi vóru eisini pengar. Brævið og myndin eru at síggja í nýggju bókini. - Tað hevði stóra ávirkan á okkum, at pápi ikki kom afturíaftur. Í langa tíð gekk eg hugdi
Tiltøk Í summar skipar Eldrafelagið Nón fyri almennum sjavskappingum í hølunum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará. Tvær slíkar kappingar hava verið, og Amy Djurhuus, formaður í Nón, sigur, at [...] vit valt at taka henda táttin upp í summarmánaðunum. Hon sigur, at Nón soleiðis fer at skipa fyri sjavskappingum í Hæddini hvørt leygarkvøld fram til endan av august mánaði. 15 ár til heystar Eldrafelagið [...] verið hampiliga góð, tá ið havt verður í huga, at hetta er eitt nýtt tiltak hjá felagnum. - Ivaleyst halda mong, at hetta eru kappingar, sum bara eru fyri limirnar í Nón, men so er ikki. Øll eru vælkomin