Søgan um Ekliptiku út í bók

Jákup Heinesen hevur skrivað bók um pápa sín og skipið Ekliptika, sum hann átti og gekk burtur við. Bókin kom út í gjár

Tá Jákup Heinesen í Klaksvík var 13 ára gamal, misti hann pápa sín. Pápin átti skipið Ekliptika, sum í mars mánaði í 1941 hvarv á ferðini úr Aberdeen og til Føroya.

Jákup sá pápa sín fyri seinastu ferð sum 13 ára gamal, tá hann róði hann tvørtur um vágna í Klaksvík. Pápin skuldi til Havnar, og tí róði Jákup hann av Stongunum, har tey búðu, og yvir til Smiril, sum sigldi til Havnar.

- Eg minnist sera væl hendan dagin, hann stendur púra greitt í minninum. Eg síggi enn fyri mær pápa mín, tá hann fór umborð á Smiril. Hetta var seinastu ferð, eg sá hann, greiðir Jákup Heinesen frá.


Sendi nýggja mynd

Pápi hansara skuldi til Havnar í ørindum í sambandi við KFUM, sum hann hevði verið við til at stovna í Klaksvík. Í Havn tók hann avgerð um at fara við skipinum hjá sær til Skotlands at selja fisk. Hetta gjørdist lagnuferðini hjá teimum, tí skipið kom ikki afturíaftur, tá tað var farið úr Aberdeen við kós móti Føroyum.

Áðrenn pápi Jákup fór avstað, var hann og tók nýggja mynd av sær, sum hann sendi norður til Klaksvíkar í brævi. Í hesum brævi vóru eisini pengar. Brævið og myndin eru at síggja í nýggju bókini.

- Tað hevði stóra ávirkan á okkum, at pápi ikki kom afturíaftur. Í langa tíð gekk eg hugdi út á vágni fyri at vita, um Ekliptika ikki fór at koma hóast alt, men hon kom ongantíð aftur, og tað er eingin, sum veit við vissu, hvat hendi skipinum, sigur Jákup.


Byrjaði av tilvild

Seinastu árini hevur Jákup Heinesen savnað tilfar um pápa sín og Ekliptiku.

- Tað byrjaði mest sum av tilvild. Eg kom fram á pappír og skjøl um eina rannsóknarferð hjá Ekliptiku til Eysturgrønlands, og tað gav mær hugskotið at fara at savna meira saman um Ekliptiku, sigur Jákup Heinesen.

Síðani er nógv tilfar savnað, og bókin er nú skrivað og útgivin. Hon kom í sølubúðirnar í gjár.

Í bókini, sum hevur undirheitið minnisbrot, verður greitt frá skipinum Ekliptiku, ymsar søgur eru um ferðir og virksemi hjá skipinum, og pápi Jákup verður sjálvsagt eisini lýstur.