Landsroyndirnar eru fyri næmingar í 4. og 6. flokki og verða hildnar í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Nám skrivar, at landsroyndirnar eru ikki próvtøkur, men ein fastur partur av arbeiðinum at menna og styrkja dygdina í undirvísingini og geva næmingum, lærarum og skúlum eitt innlit yvir fakliga støðið fyri hesi floksstigini.
Skúlarnir hava kunnað næmingar og foreldur um royndirnar, og undirvísingin verður annars skipað sum vanligt í vikuni.












