Myndir: Álvur Haraldsen

– Løgmaður kemur av góðari ætt!

Tað segði fráfarandi løgmaður við nývalda løgmannin á móttøku í Tinganesi

Myndir: Álvur Haraldsen

Seinnapartin hevur verið móttøka í Tinganesi fyri nýggja landsstýrinum. Samstundis hevur Beinir Johannesen tilnevnt tey seks landsstýrisfólkini, sum hann kunngjørdi á tingfundinum í morgun.

Tað var Askel V. Johannesen, fráfarandi løgmaður, sum segði um bróðursonin, at hann helt seg vita, at hann kmeur av góðari ætt, og so handaði hann – sum sigur er – nýggja løgmanni lykilin til Tinganes.

Hann vísti á orðatakið, sum sigur, at gott er at hava keisara til móðurbróður. 

– Eg haldi, at í dag kann siga, at gott er at bróðurson sum løgmann segið Aksel V. Johannesen.

Hann segði víðari, at lyklar kunnu brúkast bæði til at læsa við mein eisini til at lata dyr upp.

– Míni ráð eru, at lykilin verður búktur til at lata upp við, segði fráfarandi løgmaður, sum takkaði fyri sína tíð í embætinum á øðrum sinni.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen