Positiv gongd í Árnafirði

Tað eru ikki bert tey stóru økini, sum fáa ágóðan av búskaparliga vøkstrinum í samfelagnum.
Eisini tey smáu plássini merkja til hetta. Eitt dømi um hetta er positiva gongdin í lítlu bygdini Árnafjørður.

- Tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu nógv er hent í Árnafirði í seinastuni, sigur Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur í Klaksvík.
Sum býráðslimur er hann somuleiðis valdur í ta serligu Árnafjarðarnevndina. Her hevur hann kunnað fylgt við tí, sum fer fram her.
Fólk hava bara kunnað staðfest, at Árnafjørður er við at koma aftur á heimskortið við teirri menning, sum hevur verið og framvegis er í bygdini.
Bæði innan bygging, felagslív og vinnuligt virksemi eru positiv ting at hóma. Og nú standa eisini sethús í gerð í Árnafirði.
Sum skilst eru tvey grundøki aftrat tøk í bygdini. Av hesum er annað teirra umbiðið!
- Hetta kann vera ein avleiðing av, at vit í Klaksvíkar kommunu hava trupult við at útvega nóg nógv grundøkir, staðfestir Kristian Eli Zachariasen.

Vinna og bygging
Seinastu árini hevur føroyska samfelagið verið í eini støðugari búskaparligari menning.
Úrslitið av hesum hevur ein kanska serliga sæð á teimum stóru plássunum, men eisini á teimum smærru plássunum kennast avleiðingarnar av hesi gongdini.
Í Árnafirði er somuleiðis nógv hent tey seinastu tvey árini, ikki minst við teimum ætlanum sum kommunan hevur sett í verk.
Bygdin fekk fyri meiri enn einum ári síðani sóttreinsað vatn, eins og øki er sett av til eina komandi útstykking. Sum skilst eru fleiri fólk áhugað í at búseta seg her.
Úti á fjørðinum eru teir farnir undir eina spennandi ætlan við aling av toski, og kemur hetta uttan iva at sermerkja lívið í bygdini í framtíðini.

Felagshús
Innan felagslívið stendur Árnafjørður ikki aftanfyri mong onnur støð. Í bygdini finst tvey sera virkin feløg.
Annað felagið er kappróðrarfelagið, sum fyri jól tók eitt nýtt og stórt neyst í nýtslu við øllum teim hentleikum, ið eitt slíkt krevur.
Og í farna mánaði varð spakin settur í jørðina til enn eina stórætlan í bygdini, tá fyrsti bøkkurin varð loystur í ætlanini at útvega bygdarfólkinum eitt bygdarhús.
Ein kann tí bara staðfesta, at tað eisini er ein positiv gongd í Árnafirði. Tað er helst so sum orðatakið sigur: Tá tað regnar á prestin, dryppar tað á deknin.
At enda kann verða nevnt, at bygdin eisini hevur ein handil. Um hann ikki telist millum teir størstu í landinum, hevur hann tó síni føstu viðskiftafólk!