Fótbóltur
Fríggjadagin fekk HB nýggj kravboð úr FSF. Í hvøssum skrivi til felagið álegði FSF felagnum at trekkja fútabannið mótvegis ætlaða dystinum millum EB/Streym og VB/Sumba aftur uttan nakrar sum helst treytir, og skuldi hetta gerast innan klokkan 12 leygardagin.
Greið boð úr hægsta stað
Grundarlagið undir kravboðunum var, at FSF síðani fútabannið varð sett í gildi, hevur havt samskifti við FIFA, sum hevur sína greiður støðu í málinum.
- Fyrst og fremst, so mugu vit siga, at hetta er eitt mál, sum eigur at verða avgreitt av føroyska fótbóltssambandinum og ikki av FIFA. Málið tykist hava røtur aftur í mars mánaði, og hjá FIFA kunnu vit ikki góðtaka, at vit verða kunnað og spurd til ráðs um hetta fáar tímar, áðrenn dysturin ætlandi skal spælast, skrivar FIFA um brævið frá FSF, sum er sent í tímunum eftir, at fútabannið varð ásett.
FIFA ger tó vart við, at ásetingarnar í altjóða fótbóltslógunum eru greiðar. Nevnliga at øll limalond skulu hava eina reglu um, at feløg og lilmir annars ikki hava loyvi at fara í rættin við fótbóltsviðurskiftum.
- Havandi hetta í huga, biða vit tykkum alt fyri eitt um at taka neyðugu disciplineru stigini mótvegis felagnum HB. Og um at fremja neyðugu átøkini, um fútabannið í sivilrættinum ikki verður tikið treytaleyst aftur alt fyri eitt, verður staðfest í skrivinum frá FIFA.
Trýst báðar vegir
FIFA endar brævið við at siga, at um eitt fótbóltssamand ikki aktar FIFA-reglurnar serstakliga viðvíkjandi reglunum um bann fyri sivilrættinum kunnu tiltøk verða sett í verk mótvegis fótbóltssambandinum. Biðið verður at enda um, at FIFA verður støðugt kunnað um málið, og at tey í seinasta lagi tann 11. juli hava fingið boð um, hvat víðari er hent í hesum.
Eingin ivi er um, at brævið frá FIFA leggur stórt trýst á HB. Men samstundis hevur hetta lagt eitt veldugt trýst á FSF sjálvt. Fótbóltssambandið sjálvt og harvið føroyskur fótbóltur - kann nú eisini koma at merkja sviðan, um málið ikki er avgreitt innan 11. juli, og tí er helst eingin ivi um, at allir partar í málinum nú eru áhugaðir í at finna eina loysn á málinum, sum í dag er akkurát 100 dagar gamalt.