Nón skipar fyri almennum sjavskappingum í Hæddini

- Øll eru vælkomin, bæði kvinnur og menn, ung sum gomul, sigur Amy Djurhuus, formaður í Eldrafelagnum Nón

Tiltøk

Í summar skipar Eldrafelagið Nón fyri almennum sjavskappingum í hølunum hjá arbeiðarafelagnum, Hæddini í Saltangará.
Tvær slíkar kappingar hava verið, og Amy Djurhuus, formaður í Nón, sigur, at undirtøkan hevur verið hampiliga góð, tá ið havt verður í huga, at hetta er eitt nýtt tiltak hjá felagnum.
- Ivaleyst halda mong, at hetta eru kappingar, sum bara eru fyri limirnar í Nón, men so er ikki. Øll eru vælkomin at verða við, bæði kvinnur og menn, ung sum gomul.
Sjavskappingarnar verða hvønn leygardag og byrjað verður klokkan 18. Vinnararnir fáa steyp ella okkurt annað gott sum virðisløn ? hvørt leygarkvøld.
- Tað eru nógv, sum eiga ein hóp av steypum og kanska heldur vilja vinna eitt glas, sigur hon.
Amy sigur, at NSÍ vanliga skipar fyri sjavskappingum, men hesin aktivitetur hjá ítróttarfelagnum liggur stillur um summarið.
- Tí hava vit valt at taka henda táttin upp í summarmánaðunum.
Hon sigur, at Nón soleiðis fer at skipa fyri sjavskappingum í Hæddini hvørt leygarkvøld fram til endan av august mánaði.


15 ár til heystar

Eldrafelagið Nón hevur annars 15 ár á baki til heystar.
- Upprunaliga heitið hjá felagnum var ?Pensjónistafelagið?, men vit valdu fyri nøkrum fáum árum síðan at ?umdoypa? felagið til ?Eldrafelagið Nón?, sigur Amy.
Hon vísir á, at tað var arbeiðarafelagið Hæddin, sum tók stig til at stovna felagið og hevur øll árini lagt hølir til tey tiltøk, sum felagið hevur.
- Vit plaga at skipa fyri fyrilestrum og øðrum gjøgnum veturin, og vit hava tveir
regluligar fundir um mánaðin. Somuleiðis hava vit altíð eina jólaveitslu og eina veitslu, tá ið árið endar móti sumri.
Regluliga virksemið hjá Nón, sum er fyri limirnar í felagnum, heldur uppat, tá ið
summarið nærkast.
- Men vit hildu, at vit skuldu gera okkurt til nyttu um summarið eisini, og tí valdu vit at skipa fyri almennum sjavskappingum, sum øll kunnu luttaka í, sigur Amy Djurhuus og vísir á, at tey, sum koma til hesar kappingar, kunnu keypa sær kaffi, vaflur og smurt breyð hesi leygarkvøldini. Somuleiðis hevur felagið burturluting.
Sjey nevndarlimir umframt tveir tiltakslimir eru í Eldrafelagnum Nón.