Tá Roc Amadour kom á Vág sunnudagin, hevði 74 ára gamli kokkurin Martin Gunnarstein gjørt av, at nú fór hann í land og hetta varð hansara seinasti túrur.
Hann hevur verið 60 ár á sjónum og tað eru tey sum halda, at hann er elsti sjómaður, sum er mynstraður við føroyskum skipi.
Tað var í 1947, at Martin fór sín fyrsta túr. Hann fór tá við Leiti úr Klaksvík.
Martin Gunnarstein verður 75 ár tann 25. juli.
- Eg eri ongantíð givin at sigla og tað longsta eg havi verið í landi, er á leið ein mánaði. Eg sá ikki dóttur mína, fyrr enn hon var 8 mánaðir. Soleiðis vóru treytirnar tá, sigur Martin Gunnarstein.
Roynt tað mesta
Martin sigldi í 25 ár í danska flotanum. Hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
- Eg lá í Golfinum, tá kríggj var millum Iran og Irak fyrst í nítiárunum. Tað vóru ikki altíð sólskinsløtur við supply- og bjargingarbátunum. Vit máttu út, tá onnur komu inn og so at síggja, tá eldur var í stóru tangaskipunum..., minnist Martin á.
Hann var eisini við, tá fyrsti oljuboriplattformurin var førdur í Norðsjógvin.
- Tað var í 1972, haldi eg. Vit sleipaðu oljuboriplattformin, ið kallaðist Britania, út í Norðsjógvin. Vit vóru fleiri bátar um sleipið, greiðir Martin frá, meðan vit fáa ein kaffimunn í messuni umborð á Roc Amadour.
Martin var t.d. eisini við Nýborg, tá Nýuborg royndi eftir sild í Afrika síðst í áttatiárunum.
Tá var Svenning Borg stýrimaður og Henrik Old skipari, sigur Martin Gunnarstein.
Hugsað longi um at gevast
Menn fara í land av Roc Amadour og fleiri heilsa Martini og takka fyri tíðina, nú Martin kann kalla seg uppilagstan sjómann.
Eg havi hugsað longi um at gevast. Skal eg vera saman við konuni, so skal tað vera nú, smálær Martin, meðan tveir ungir smádreimgir koma at lurta.
Kjartin Kjærbæk, 13 ár, og Jóannes Rein Magnason, 10 ár, hava báðir verið sín fyrsta túr við pápum sínum og teir hava trivist avbera væl umborð á Roc Amadour.
Soleiðis gjørdist hesin túrurin søguligur. Martin Gunnarstein fór í land 75 ára gamal, eftir 60 ár á sjónuk, og teir ungu kundu fegnast um sín fyrsta túr.