Havn: Eitt av teimum virknu feløgunum í Havn er fimleikarfelagið Ljósið.
Við sínum 700 limum er hetta felagið ein partur av frítíðini hjá nógvum børnum, ungum og vaksnum í høvuðsstaðnum.
Men til raksturin av slíkum felagi krevst sjálvandi peningur. Og tað er fyri at útvega pening, at felagið nú leygardagin av álvara fer at gera vart við seg í miðbýnum og ætlar at fylla hann við góðum undirhaldi.
Tá verður nevniliga árligi familjudagurin hildin, har fólk fáa høvið at royna ymiskt av tí, sum felagið hevur at bjóða fram.
Har verður mangt og hvat fyri allar aldursbólkar, samstundis sum livandi tónleikur og góður fimleikur verða á skránni.
Tiltakið byrjar kl. 10 og endar seint seinnapartin.
Fyri øll
Á hvørjum ári hevur Ljósið sett sín serstaka dám á miðbýin í Havn, tá árligi familjudagurin hevur verið fyriskipaður í mai mánaði.
Tiltakið er merkt av øllum tí, sum natúrliga hoyrir til eitt slíkt: Har verður kaffi at fáa, køkur, køkutombola, fjarstýrdir bilar, eins og okkurt verður sum skal koma óvart á øll.
Møguleiki verður eisini at fáa andlitið málað, eins og tann káti køkurin, har fólk fáa høvi at kasta bóltar eftir gløsum, tallerkum og øðrum lutum, sum kunnu halda ein øgiligan gang.
Til ein slíkt tiltak hoyrir sjálvandi eisini ein loppumarknaður. Sagt verður, at har er enn pláss fyri fleiri lutum.
Alt í alt verður tí talan um ein dag við einum hópi av spennandi tingum at royna. So er bert eftir at vóna, at tað verður "ljóst" í veðrinum.
Eingin felagshøll
Fimleikarfelagið Ljósið hevur síðani tað varð stovnað ikki havt egin høli til virksemið sítt.
Í løtuni hevur felagið ikki egna høll og enn minni egna skrivstovu. Ella sum sagt verður: Skrivstova felagsins er í beriposum og í eini farteldu.
Felagið eigur somuleiðis onga høll, og er av hesi orsøk noytt til at leiga seg inn í seks ymiskar hallir til venjingarnar.
Ein bati er tó á veg, tí felagið hevur saman við Dansifrøi ætlanir um at byggja eina høll í Gundadali. Men tað hevur tikið nakað av tí at fáa alt tað formella í lagi.
Tí verður framvegis við spenningi sæð fram til dagin, tá setast kann á at byggja hesa kærkomnu høllina.









