Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Erlingi Eidesgaard lgøtingsmanni fyri Tjóðveldi.
Hann spurdi soleiðis:
1. Hvussu stór hevur árliga ríkisveitingin verið frá og við 1988?
2. Hvussu stórar hava árligu inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?
3. Hvussu stór hevur árliga bruttotjóðarúrtøkan verið frá og við 1988, og hvussu stórur partur av hesum hevur ríkisveitingin verið?
Í svarinum vísir Ruth Vang til eina talv, sum sæst niðanfyri, har tølini eru sett upp soleiðis:
##med2##
Viðmerkingar: (*) Tølini fyri ríkisveitingina fevna bara um heildarveitingina og ikki um aðrar útreiðslur hjá danska statinum í
Føroyum. (**) Stór óvissa er um uppgjørdu bruttotjóðarúrtøkuna fyri árini 1988 til og við 1997. Bruttotjóðarúrtøkan fyri 2025 er ikki gjørd upp. Í talvuni er víst meting frá Búskaparráðnum. Stór óvissa er um metingina.
Keldur: Hagstova Føroya (talva LK01010 og talva TB02005), Rigsombudsmanden på Færøerne, Beretning, ymisk ár, og Gjaldstovan (Leiðslukunningarskipanin, LKS.











