Harðmælti skiparin situr spentur og bíðar á Langanesi. Hann er vanur við at sita einsamallur á brúnni og stýra, men lagnan hjá baldrutta eysturoyartingmanninum, Tórbjørn Jacobsen, er ikki longur í hansara egnu hondum.
Eykafloksting Tjóðveldisfloksins mælti leygardagin tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum til at seta Tórbjørn Jacobsen uttan fyri tingbólkin, og møguliga er tíðin hjá skiparanum sum tinglimur Tjóðveldisfloksins er við at renna undan.
-Tað stóð als ikki á dagsskrá til eykaflokstingið leygardagin, at eg skuldi setast uttanfyri tingbólkin, men kortini gjørdist tað høvuðsniðurstøðan á fundinum. Eg helt, at flokstingi skuldi nýtast til at samla flokkin aftur, og ikki spjaða hann enn meir enn frammanundan, sigur Tórbjørn Jacobsen
Sambært floksformanninum, Høgna Hoydal, er lítil ivi um, at Tórbjørn Jacobsen er á veg úr tingmanningini. Tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum er áður komin til ta niðurstøðu, at Tórbjørn Jacobsen eigur at vera settur út um tingbólkin, tí hann fór út um mark, tá hann legði eftir formanninum í tveimum lesarabrøvum í oktober mánaði.
Hevur tú nakran stuðul í tingmanningini?
Tað veit eg ikki, eg havi ikki tosað við nakran eftir flokstingið. Satt at siga áni eg ikki, hvørja støðu tingmanningin tekur í mun til niðurstøðuna hjá aðalstjórnini, er stutta viðmerkingin hjá Tórbjørn Jacobsen.
Framtíðin
Tórbjørn Jacobsen ætlar ikki at fella í fátt, hóast hann møguliga verður settur út um tingbólkin. Hann slær fast, at velur tingmanningin endaliga at seta hann uttanfyri, fer hann kortini at reka tjóðveldispolitikk í løgtinginum.
-Eg havi verið tjóðveldismaður síðan eg var tannáringur. Hóast eg møguliga ikki verður partur av tingmanningini fara eg at føra sama politikk, eg havi gjørt síðan eg gjørdist politikari- har verður eingin broyting. Eg gjørdist limur í Tjóðveldisflokkinum fyri 30 árum síðan, og eg havi framvegis somu hugsjónir, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Í Danmark verður dúgliga gitt, at Fólkatingsval verður í komandi mánað. Spurdur, um hann ætlar at gera eina roynd at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin á komandi Fólkatingsvali, svarar hann:
-Hatta taki eg ikki støðu til, fyrr enn tingmanningin hevur tikið støðu. Eg meti meg sum part av flokkinum, tí eg eri framvegis limur í flokkinum, men tað er givið, at tá eykaflokstingið mælir til, at eg ikki skal fáa nakað álitisstarv í flokkinum, so verður tað torført at gerast valevni fyri flokkin, sigur Tórbjørn Jacobsen at enda.