Í mai mánaði í ár var løgtingslóg nummar 68 samtykt. Hon snýr seg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist, sum føroyskir sjónleikarar hava bíðað eftir í áravís. Og 2. november 2003 kom hon so í gildi.
Men nú val er útskrivað í ótíð, er Tjóðpallurin endaður í eini bíðistøðu. Fíggjarlógin datt jú eisini niðurfyri aftaná, at valið varð útskrivað, og harvið eisini játtanin til Tjóðpallin fyri 2004. Hetta hevur við sær, at nú slepst ikki ígongd fyrr enn valið hevur verið, nýggj samgonga er skipað og fíggjarlógin 2004 er samtykt.
Í og við nýggjari samgongu og nýggjum landsstýrismonnum kann tað í ringasta føri merkja, at Tjóðpallurin ongar játtan fær, men so svartskygdir eru yrkisleikararnir í Føroyum tó ikki. Tá lógaruppskotið var fyri í løgtinginum fekk tað bert eina atkvøðu ímóti og ein atkvøða var blonk. Restin av atkvøðunum vóru fyri.
? Tað er tann besti stuðulin ein kann fáa. Nú mugu vit bara bíða til politikkararnir fylgja tí upp, sum varð avgjørt tá, sigur Jenny Petersen, dagligur leiðari hjá leikhúsinum Gríma.
Stórt framstig
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya skal setast eitt leiklistaráð við sjey limum. Tveir limir skulu útnevnast av landsstýrismanninum í mentamálum. Men nú politikkararnir hava pakkað saman, so verða bert týdningarmiklar avgerðir tiknar í mentamálaráðnum. Og tá onki leiklistaráð kann setast, tí teir báðir limirnir ikki verða settir av landsstýrismanninum, sum í løtuni er løgmaður, so verður heldur ongin stjóri settur.
Men Jenny Petersen er bjørtskygd, hvat Tjóðpallinum viðvíkur.
? Tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki kunnu koma í gongd sum ætlað, men Gríma heldur so fram í verandi líki inntil Tjóðpallurin kemur. Við lógini hevur leiklistin í Føroyum tikið eitt stórt fet frameftir, sigur hon.
Hinvegin so verður tað nógv lættari at arbeiða fram í tíðina.
? Við lógini kann ein siga, at vit fáa tryggari fíggjarligar rammur. Til dømis verður tað lættari hjá okkum at fáa fólk úti frá, tí vit frammanundan vita, hvussu nógvan pening okkum verður latin.
Men sum er í løtuni hongur Tjóðpallur Føroya í leysari luft. Og ongin avgerð verður tikin fyrr enn nýggjur landsstýrismaður í mentamálum er settur.