almenna forsorg. Hetta var eitt beinleiðis spariuppskot, sum sparir landskassanum 720.000 krónur um árið. Vit kundu nevnt fleiri dømi. Tí er tað ikki í ordan, at tað skal vera so lætt hjá einum [...] húsast í glasborginini á Argjum. – Og fyri tað, um Fíggjarmálaráðið hevur spart nakrar pengar, so merkir tað ikki, at teir endiliga skulu brúkast, tað áttu fólkini í Fíggjarmálaráðnum at [...] na, sum er í inngongdini til Fíggjarmálaráðið. Longri viðmerking frá Fíggjarmálaráðnum er at lesa á síðu 13. --- Men »so far so good«. Tí tað sum kortini ørkymlar er, at embætisfólk í Fíggjar
kommunu. Tað er bygningurin, sum stendur niðan fyri høvuðsskrivstovuna hjá Tórshavnar kommunu, har Intrum Føroyar helt til. Eftir ætlan skal eitt føroyskt virki inn har at vera, og verður tað kunnugt seinni [...] nakrar fáar dagar. Vit hava fingið nakrar spildurnýggjar markisur til tað endamálið. Men ætlanirnar at útbyggja Kafé Vágsbotn, sum ætlanin var, verður av ongum fyribils, sigur Johannes Jensen. [...] har leigarar hava skift ofta, Sverrisgøta 1, er handilin við undirklæðunum Hali farin at húsast. Longri niðri, í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu, skulu broytingar eisini fremjast. Kommunan er í samráðingum
Tað hevur í longri tíð verið greitt, at Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki fær væntaðu játtanina fyri 2009. Onkur sigur at Setrið hevur fingið minni pening og onkur sigur, at Setrið hevur [...] fríggjadagin. Hon greiddi somuleiðis frá, at hon heldur tað vera undarligt, at hvørja ferð val er, so skal útbúgving raðfestast høgt, men tá tað til stykkis kemur, so hendir onki. Til mótmælisgonguna vísti [...] klokkan 16 vóru rættilig nógv fólk komin saman, at mótmæla skerdu játtanini á Fróðskaparsetrinum. - Tað ber ikki til, at øll mugu flyta av landinum fyri at sleppa at lesa, segði Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi
heiminum komandi fýra árini. Hon segði, at hon hevði verið við í politikki í nógv ár, og hetta valið var tað mest aktiva hon minnist. ?Vit hava fingið innbjóðingar ótrúliga nógvastaðni frá. Eg havi onga vita [...] ivaðist heldur ikki í týdninginum, ið hetta valið fer at hava. ?Hetta valið er tað mest avgerandi í føroyskari søgu í longri tíð. Hetta verður eitt lagnuval millum loysing og samband, sigur Lisbeth L. Petersen [...] mugu síggja í eyguni, at tað er lítið sannlíkt, at vit og Tjóðveldisflokkurin fara í samgongu saman. Vit vita ikki rættiliga við Fólkaflokkinum og teimum smærru flokkunum. Skal tað snúgva seg um tey ríki
Bezzerwizzer Bricks. Evnini eru: Føroyskur tónleikur, føroyskur fótbóltur, føroysk skipasøga og nær var tað?. Við í hvørjari eskju er ein evnisprikkur til Bezzerwizzer, 60 spurningar, 60 svar og 60 serupplýsingar [...] Bezzerwizzer, fyri at hava eina longri livitíð og fyri at gera Bezzerwizzer spælið enn betri. Nýtt føroyskt samveruspæl Vit eiga ikki nógv samveruspøl á føroyskum, tí er eitt tað best umtøkta samveruspælið [...] skjótari flyta tit fram á spæliplátuni. Men verið varin tá ið gitt verður, tí tað er altíð okkurt, sum tit ikki mugu gita. Tað liðið, sum kemur fyrst á mál, hevur vunnið. HINT er gjørt til 4 leikarar ella
teimum og tað í nógv ríkari mát, enn nakar hevði droymt um. Tannleyst heimalið Tað hevði verið skeivt at sagt, at útiliðið hevði bóltin mest í Sarpisgerði, tí tað var GÍ, sum fyri tað mesta var bóltførandi [...] Bólturin er rundur, og alt kann henda. Tað er eftir slík úrslit, sum tað í Gøtu sunnudagin, at sovorðnar frasur verða funnar fram. Tí tað er einki at liggja omaná, at talan var um eitt sera óvæntað úrslit, serliga [...] tepurt tap hevði tað væl borið til at liva við. Eftir vánaligu úrslitini síðstu vikuna ráddi tað fyrst og fremst um at styrkja moral og sjálvsálit, og tað kann ikki staðfestast annað, enn at tað eydnaðist teimum
sindur longri niðri, er ikki vist, at KÍF hevði tapt. Fyrri hálvleikur var javnur allan vegin, og ikki fyrr enn Neistin kom upp á 11-9, var munurin størri enn tað eina málið. Hálvleiksstøðan var 12-10. [...] yvirvág, um enn hon var lítil. KÍF-liðið hevur Allan Mørkøre, og tað var týðiligt, at Neistamenn høvdu virðing fyri honum. Allan skeyt eisini 11 av teimum 20 málunum hjá KÍF og var óheppin ikki at fáa [...] Byrjanin av seinna hálvleiki var í roynd og veru tað, sum avgjørdi dystin. Tá kom Neistin upp á 16-11. Hóast KÍF minkaði um munin aftur, komu teir ongantíð nærri enn tvey mál ? tað var eisini her, at Allan Mørkøre
Sera spennandi var, og stuttligt var tað eisini, tá USA, sum hóast alt var við fyri aðru ferð, varð afturútsiglt av okkara monnum. Jú vissuliga: »Enn eru knotur í føroyskum kongum!« Hetta var eitt ógvuliga [...] varð aftur út á djúpari sjógv. Árarnar vóru høvuðstrupulleikin Hóast góða venjing var tað enn ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróðurin. Báturin er væl smalri enn føroyski [...] áðrenn sjálvan finaluróðurin. Veðrið var eitt sindur betri henda dagin. Sólin bakaði, men nakað av vindi var inn á síðuna. Vestmenningar høvdu nú lært, at starturin var sera torførur at hava við at gera,
lá fiskavirkið – tað er eisini niðurlagt. Tað sama við Atlantis. Posthúsið er burtur, bankarnir steingja og so framvegis. Listin kann halda áfram. Fyrr var nógv arbeiði í Vestmanna. Tað er minkað burtur [...] Nógv prát hevur verið inni á facebook-síðuni »Kappróðrarkjak« um, hvussu trupult tað er at manna tíggjumannaførini. Summir viðmerkjarar hava borið fram, at tað ikki eigur at vera ein trupulleiki at manna [...] ein koyrdi oman móti Vestmanna fyri umleið fimtan árum síðani, var tað nærum ein heilt onnur vera, sum lá goymd millum fjøllini. Har var ein ferjulega og ein kaffistova – tær eru burtur nú. Koyrdi ein
stúrin undan tíðindafundinum. - Tá eg fekk at vita, at tað var á enskum, so var eg ikki so bangin. Tað enska hjá mær er gott, men tað danska og norska er minni gott. Vit tosa vanliga eisini á enskum í felagnum [...] móti Norra á Ullevaal. - Tað er ikki so serligt hjá mær. Eg havi gott nokk spælt í næst bestu deildini í Norra í ár, og hetta er ein klassi og tveir yvir tað, og tað er Norra, so tað er stuttligt. Burtursæð [...] Bara føroyskir miðlar Tað vóru bara føroyskir miðlar til tíðindafundin hjá Føroyum. Ein norskur miðil var úr Bergen, men hann hevði bara áhuga í støðuni hjá Gilla í Brann. Odmar Færø var eitt sindur stúrin