Nú sær út til at lívið í miðbýarlívið í Havn fær eina innsproyting. Bygningar, ið seinastu tíðina hava staðið tómir, eru nú undir umvæling, og sum skilst, er býráðið farið undir miðvísa ætlan um at fríska upp økið í miðbýnum.
Um byrjað verður í einum enda, er Føroya Banki farin undir at umvæla sín bygning, sum verður leigaður til Tórshavnar kommunu. Tað er bygningurin, sum stendur niðan fyri høvuðsskrivstovuna hjá Tórshavnar kommunu, har Intrum Føroyar helt til. Eftir ætlan skal eitt føroyskt virki inn har at vera, og verður tað kunnugt seinni í vikuni, hvat virki talan er um. Beint niðan fyri, í hølunum har Kondittaríið fyrr helt til, skal klædnahandilin Junik halda til, og í hølunum, har leigarar hava skift ofta, Sverrisgøta 1, er handilin við undirklæðunum Hali farin at húsast.
Longri niðri, í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu, skulu broytingar eisini fremjast. Kommunan er í samráðingum við Norðoya Sparikassa, sum eigur ein part av bygninginum, um at keypa teirra part, so Býarbókasavnið kann flyta niður í veghædd.
- At hava eitt bókasavn við gongugøtuna er eitt sera stórt aktiv fyri okkum, og ætlanin hjá okkum er at gera tað meir opið fyri almenninginum, sigur Bogi Andreasen, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Býarspælipláss og sushibarr
Samstundis sum Býarbókasavnið skal flyta niður á veghæddina, skal Simme flyta út móti vegnum. Eftir ætlan skal hugskotið hjá Tutl nýtast til Simma. Skjótihurðar skulu setast í veggin út móti gongugøtuni, sum skulu gera tað møguligt at hava konsertir í hølunum, við áhoyrarum úti á gøtuni.
- Harafturat eru vit í samráðingum við Eik um at byggja eitt spælipláss yvirav Býarbókasavninum, soleiðis at økið í miðbýnum gerst trygt og familjuvinarligt, við tað at vit eisini loka gongugøtuna av fyri ferðslu frá springvatninum og omaneftir, sigur varaborgarstjórin.
Niðri á Áarvegnum er eitt spildurnýtt matstað á veg. Seinastu tíðina hevur borið til at fylgt við umvælingunum av Jinx Gallarí við Áarvegin, og her skal Etika halda til. Etika verður eitt spildurnýtt matstað, eisini rópt sushi- og vínbarr. Johannes Jensen, ið er eigari av Etika, kann kortini ikki lova at Etika letur upp ein av næstu døgunum. Talan verður í staðin um vikur, áðrenn Etika verður klárt at lata upp.
- Men Kafé Vágsbotn letur upp um nakrar fáar dagar. Vit hava fingið nakrar spildurnýggjar markisur til tað endamálið. Men ætlanirnar at útbyggja Kafé Vágsbotn, sum ætlanin var, verður av ongum fyribils, sigur Johannes Jensen.