»Rógvararnir hvurvu við skipasmiðjuni«

Kappróðrarumhvørvið í Vestmanna blómaði í nógv ár. Men tá ið skipasmiðjan hvarv, gjørdist tað torførari at manna kappróðrarbátarnar í Vestmanna

Nógv prát hevur verið inni á facebook-síðuni »Kappróðrarkjak« um, hvussu trupult tað er at manna tíggjumannaførini. Summir viðmerkjarar hava borið fram, at tað ikki eigur at vera ein trupulleiki at manna tíggjumannaførini í eitt nú Vestmanna og á Suðuroynni, tí hetta eru bygdir, sum hýsa lutfalssliga nógvum íbúgvarum. Onnur halda, at kappróðurin er í svárari kreppu. Undirritaða hevur vent sær til formannin í VÌF Kappróðri, til tess at fáa greiðu á hesum spurningi. Finnur Johannesen, vísur øllum atfinningum aftur.

 

- Vestmanna er ikki sama bygdin sum fyri tjúgu árum síðani, tá VÍF kappróður nærum ikki kundi hýsa øllum manningunum, sigur Finnur Johannesen beinrakið. 

 

Skipasmiðjan pumpaði rógvarar út

Tá ein koyrdi oman móti Vestmanna fyri umleið fimtan árum síðani, var tað nærum ein heilt onnur vera, sum lá goymd millum fjøllini. Har var ein ferjulega og ein kaffistova – tær eru burtur nú. Koyrdi ein longur inn í bygdina, datt mann fram á skipasmiðjuna, sum hýsti nógvum ungum dreingjum – hon er burtur. Og fáar metrar frá skipasmiðjuni lá fiskavirkið – tað er eisini niðurlagt. Tað sama við Atlantis. Posthúsið er burtur, bankarnir steingja og so framvegis. Listin kann halda áfram.

 

Fyrr var nógv arbeiði í Vestmanna. Tað er minkað burtur í einki. Nú standa leivdirnar av gomlu arbeiðsplássunum tómar, eins og í spøkilsisbýnum Tjernobyl í Russlandi. Hesar broytingar hava gjørt, tað torførari at manna kappróðrarbátarnar í Vestmanna.

 

- Fyrr arbeiddu nógvir ungir dreingir og menn á skipasmiðjuni í Vestmanna. Nú fara teir til Havnar á maskinmeistaraskúla ella í læru á skipasmiðjuni í Havn. Fleiri mannfólk flyta eisini til onnur lond í lestrarørindum. Samfelagsligu broytingarnar hava gjørt, at virksemið í bygdini er minkað, sigur Finnur Johannesen.

 

Sama støða ger seg galdandi á Suðuroynni. Miðsavningin hevur ikki gagnað útijaðaranum, heldur Finnur Johannesen.

 

- Vestmenningur var í fleiri ár mannaður av ungum monnum, sum arbeiddu á skipasmiðjuni, sum handverkarar ella á fiskavirkinum. Í tráð við, at arbeiðsplássini eru horvin, eru ungu dreingirnir sjálvandi farnir onnur støð at arbeiða  og læra, og harvið eisini rógva, sigur Finnur Johannesen.

 

Ein bati at hóma?

Líkt er tískil til, at broytingar skulu henda í útijaðaranum, um bygdir sum Vestmanna skulu endurvinna  tað róðrarvirksemið, sum sambært Finni valdaði í nógv ár í Vestmanna.  Men er ein bati at hóma longu? Vestmanna Kommuna almannakunngjørdi í undanfarnu viku, at fólkatalið vaks í 2013.  Tískil kann VÍF Kappróður byggja upp eitt nýtt grundarlag, tí børnini eru har. Hesum arbeiðir felagið eisini móti í samband við barnaróður, sigur Finnur Johannesen. Hann vónar samstundis, at tað fer at eydnast at manna Vestmenning komandi ár