Neistin væl við í FM-stríðnum

Hondbóltur: Mansliðið hjá Neistanum vann á KÍF og er bert tvey stig frá oddasessinum. Liðið hevur fingið Trónd Hansen heimaftur, og seinni kemur Heini Joensen eisini uppí. So spennandi verður at síggja, hvussu langt Neistin kann koma

Neistamenn greiddu sína uppgávu leygardagin, og sigurin á KÍF lyfti teir upp á 9 stig. Tað eru bert tvey færri enn oddaliðini H71 og Kyndil, og um Neistin ger sum væntað í annaðkvøld og vinnur á Tjaldrinum, ja so eru teir javnir í stigum við hini oddaliðini ? og tað man vera langt síðani, at mansliðið hjá Neistanum hevur ligið so væl fyri um hesa tíðina á árinum.

Tey munnu ikki vera nógv, ið rokna Neistan sum FM-evni, men hví ikki? Spælararnir eru har, og fleiri koma til. Leygardagin var Tróndur Hansen, sum hevur verið í Danmark seinastu árini, við á liðnum, og hóast hann ivaleyst skal hava nakrar dystir til veruliga at koma í gongd aftur, vísti hann, m.a. við nøkrum góðum undirhondsskotum, sum tó ikki raktu málið, at hann er góður styrkur fyri Neistaliðið.

Seinni í ár kemur so eisini Heini Joensen afturat. Hann hevði styrkt um eitthvørt 1. deildarlið og verður ivaleyst góður fongur hjá Neistanum. Finn Mørk hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, og Karl Oddmar Rasmussen spælir betur enn nakrantíð. Legg hesar afturat Kára Mortensen, sum altíð er góður fyri nøkur mál, Páll Nólsoy, Andreas F. Hansen, sum hevur víst seg at rigga sera væl sum spælandi venjari hjá Neistamonnum, og Boga Henriksen, sum, tá hann er í stødinum, er ein av bestu málmonnum í landinum, ja so hevur tú eitt fínan hóp.

Leygardagin hevði Neistin allatíðina yvirvág, um enn hon var lítil.

KÍF-liðið hevur Allan Mørkøre, og tað var týðiligt, at Neistamenn høvdu virðing fyri honum. Allan skeyt eisini 11 av teimum 20 málunum hjá KÍF og var óheppin ikki at fáa nøkur afturat. Eitt nú í seinna hálvleiki, tá hann tvær ferðir á rað rann einsamallur frá miðjuni í kontraálopi, men báðu ferðirnar sendi bóltin á tvørstongina. Høvdu hesir báðir bóltarnir sitið eitt sindur longri niðri, er ikki vist, at KÍF hevði tapt.

Fyrri hálvleikur var javnur allan vegin, og ikki fyrr enn Neistin kom upp á 11-9, var munurin størri enn tað eina málið. Hálvleiksstøðan var 12-10.

Byrjanin av seinna hálvleiki var í roynd og veru tað, sum avgjørdi dystin. Tá kom Neistin upp á 16-11. Hóast KÍF minkaði um munin aftur, komu teir ongantíð nærri enn tvey mál ? tað var eisini her, at Allan Mørkøre tvær ferðir upp í slag rakti tvørliggjaran, tá hann átti at havt skorað.

Annars var dysturin ikki beinleiðis vælspældur. Flestu málini komu við langskoti ella úti frá vonginum, og tað var ikki ofta, at málini vóru gjøgnumspæld.

Lars Müller spældi væl í Neistamálinum og vísti, at um Bogi Henriksen hevur ein ringan dag, eigur Neistin onkran annan at seta í hansara stað.

Tróndur Hansen kom inn í seinna hálvleiki og skeyt tvey mál (bæði upp á brotskast), men vísti kortini, at hann styrkir um liðið.

Hjá KÍF var Allan Mørkøre sum vera man vandamiklastur, meðan aðrir ikki so høvdu so góðan dag. Jákup Dam var óheppin, tí fleiri ferðir var hann ígjøgnum frá vonginum, men fekk kortini ikki mál. Tá gjørdi hann tað einasta rætta og fór út eina løtu. Tá tað gongur illa, er altíð gott at fáa ein steðg.

Neistin vann dystin 23-20, og tað var í lagi. Teir høvdu fleiri streingir at spæla uppá enn KÍF, sum dúvar nógv upp á Allan Mørkøre. Tá fótbólturin byrjar aftur, fara bæði hann og Rói Árting av liðnum aftur, og so er spurningurin, hvat verður eftir av KÍF-liðnum tá.

Einasta liðið, ið er niðanfyri teir á stigatalvuni ? Tjaldrið ? hevur kortini somu trupulleikar ? um enn tað ikki beinleiðis eru lyklaspælarar, tað har er talan um ? og tað kann gerast bjargingin hjá KÍF í síðsta enda. Tey flestu eru kortini samd um, at liðið hjá Tjaldrinum, sum tað er nú, ikki er so vánaligt, sum stigatalvan ger tað til. Men um stigini skulu koma, skulu tey koma skjótt, áðrenn farið verður undir fótbóltin aftur.