Ungdómur krevur meiri pening til Fróðskaparsetrið

Við stórari mótmælisgongu mótmæla nógvir ungdómar og fleiri fakfeløg minkaðu játtanina, sum ger, at Fróðskaparsetrið ikki kann taka fleiri næmingar inn. Tiltakið endaði fríggjakvøldið við pallborðsfundi í Posthúskjallaranum í miðbýnum

Tað hevur í longri tíð verið greitt, at Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki fær væntaðu játtanina fyri 2009. Onkur sigur at Setrið hevur fingið minni pening og onkur sigur, at Setrið hevur fingið eina rúgvu av eyka peningi, men hvussu er og ikki, so merkir játtanin í ár, at Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki kann taka nýggjar næmingar inn í summar.


Ungdómur sum útflutningsvøra

Í samband við mótmælisgonguna fríggjadagin klokkan 16 vóru rættilig nógv fólk komin saman, at mótmæla skerdu játtanini á Fróðskaparsetrinum.

- Tað ber ikki til, at øll mugu flyta av landinum fyri at sleppa at lesa, segði Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi á Fróðskaparsetrinum, við Rás2 fríggjadagin. Hon greiddi somuleiðis frá, at hon heldur tað vera undarligt, at hvørja ferð val er, so skal útbúgving raðfestast høgt, men tá tað til stykkis kemur, so hendir onki.

Til mótmælisgonguna vísti ein skúlanæmingur helt ein skúlanæmingur í Hoydølum, at politikarar bara raðfesta egningarskúrar.

Nógv mentafólk vóru við í mótmælisgonguni og fólk sum Hanus G. Johansen vóru við til tiltakið.

Øll tey virknu politisku ungmannafeløgini, uttan HUXA og unga Sambandi, luttóku.

Fríggjamorgunin greiddi Bjørk Krog Olsen, forkvinna í HUXA, frá, at tey ikki høvdu havt tíð at seta seg inn í málið og tí ikki kundu taka eina støðu, og Mirjam Michelsen, forkvinna í Unga Sambandinum, vísti á, at tey taka undir við tí, sum samgongan hevur lagt út í kortið.

Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, harmast, at tvey limafeløg ikki vildu luttaka, men vísir á reglugerðina hjá felagsskapinum, har tað stendur, at Føroya Ungdómsráð kann taka stig til tiltøk, sum ikki øll limafeløgini taka undir við.

Ungdómurin hjá Javnaðarflokkinum er ikki virkin í løtuni, og tí er ongin støða tikin hjá teimum.


Semja í Posthúskjallaranum

Eftir mótmælisgonguna bjóðaði Føroya Ungdómsráð til pallborðsfund í Posthúskjallaranum í miðbýnum, har eitt panel var savnað.

Við í panelinum vóru Helena Dam á Neystabøð, landsstýriskvinna, Sjúrður Skaale, tingmaður, Búi Rouch, ungdómur, Jóhanna Joensen, lesandi, og eitt vinnulívsfólk.

Á fundinum vóru øll á einum máli um, at tað ikki er gott nokk, at útbúgving ikki verður raðfest hægri, og onkur samanbar, at veðrið, sum nú er yvirtikið, »bara« kostar fimm millionir, men tá talan er um útbúgving, so ber ikki til at finna eina millión.

Somuleiðis greiða fólkini handan tiltøkini fríggjadagin frá, at hetta ikki verður einasta tiltakið tey fara at gera, fyri at fáa meiri pening til Fróðskaparsetrið, og at tey fara at halda fram at stríðast.