Fíggjarmálaráðið átti at gingið undan við sparingum

Fíggjarmálaráðið vil ikki hava sit­andi á sær, at ráðið oyðsl­ar við pengum og keypir eina úthurð fyri eina slaka mill­i­ón, so sum Sosialurin skriv­aði fríggj­a­dagin. Petur Al­berg Lamhauge, aðalstjóri sig­ur, at tað er ikki beint, at út­hurðin kostar so nógv. Hon kost­ar bara ein triðing ella ein fjórð­ing av hasi upp­hædd­ini.

– Inngongdin í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num er gjørd til ein nátt­klubba í áttatiárunum, og er als ikki hóskandi. Har gýs­ur so illa, at fólk fáa ikki ar­beitt, sigur hann.
Eisini vísir hann á, at størsti parturin av peng­u­num skal brúk­ast til nýggju mót­tøk­u­na, sum er í inn­gongd­ini til Fíggj­ar­mál­a­ráðið.

Longri viðmerking frá Fíggjarmálaráðnum er at lesa á síðu 13.

---

Men »so far so good«.

Tí tað sum kortini ør­kyml­ar er, at embætisfólk í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num og fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in sjálv­ur kunnu finna upp á at koma við slík­um ynski í ting­ið, samstundis sum sami fíggj­ar­mál­a­ráð­harri setir sam­­gongu og lands­­stýri upp eftir enda fyri at finna peng­ar til løn­­ar­­hækk­ing­ina h­já al­ment lønt­um. Stríðið fríggj­a­dagin snúði seg um seks mill­iónir krón­­ur.

Nú sigur a­ð­al­stjórin, at van­­­ligt er við um­­játt­an­um, tá ár­­ið er farið at halla. Men halló...

Vit kunnu eisini hyggja í rúgv­­una av spariuppskotum frá lands­­stýrium í ár – taka eitt til­vildarligt mál:

Tann 29. september kem­ur uppskot í tingið frá Rósu Sam­­­­u­elsen um at strika við­­bót, sum verður latin fyr­i­tíð­ar­­pen­­sjón­ist­um, sum búgva á stovni, ið er góðkendur sam­­bært lóg um almenna for­­sorg.

Hetta var eitt beinleiðis spar­­i­­upp­skot, sum sparir lands­­kas­s­anum 720.000 krón­­ur um árið.

Vit kundu nevnt fleiri dømi.

Tí er tað ikki í ordan, at tað skal vera so lætt hjá ein­um að­­al­ráð at brúka eina mill­­ión bara soleiðis í eini hand­­a­vend - sum kanska kann bíða eftir betri tíðum, eft­ir­sum hon hevur bíðað alla ta tíð, Fíggjarmálaráðið hev­ur húsast í glasborginini á Argjum.

– Og fyri tað, um Fíggj­ar­mál­aráð­ið hev­ur spart nakr­ar peng­ar, so merk­ir tað ikki, at teir end­i­liga skulu brúk­ast, tað áttu fólkini í Fíggj­ar­mál­a­ráð­num at vitað best...