Challenge Cup: Tchalou hevur aftur eina stóra favorittstøðu móti Fleyr

Her eru oddsini upp á dystin Fleyr-Tchalou

Mynd: Fleyr

Í kvøld klokkan 19 spælir kvinnuliðið hjá Fleyr seinna dystin í Challenge Cup móti belgiska liðnum, Tchalou. Dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn.

 

Tchalou vann greitt 3-0 í fyrra dystinum í Belgia í farnu viku. Settmunurin gjørdist so greiður sum 25-8, 25-7 og 25-9.

 

Tchalou hevur aftur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Fleyr eru 15,89.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Tchalou eru so lág sum 1,01. Fleiri veddingarfyritøkur hava strikað oddsini upp á dystin, tí tað eftir teirra tykki er púra upplagt, at Tchalou vinnur á Fleyr í kvøld.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: Fleyr