Í dag fordøma uttanríkisráðharrarnir í Stórabretlandi og Fraklandi ógvusligu ísraelsku álopini á Libanon.
- Libanon eigur at verða fevnt av friðaravtaluni, skrivar franski uttanríkisráðharrin sambært Reuters.
Bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, sigur, at Stórabretland eisini ynskir, at Libanon verður partur av vápnahvíldaravtaluni.
Sama sigur forsætisráðharrin í Avstralia, sum heldur, at Libanon eigur at gerast partur av einari friðaravtalu.
Á myndini omanfyri eru tað franski forsetin, Emmanuel Macron og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
##med2##











