Odmar setur punktum í Norra

FM1: Odmar Færø vónar at seta punktum í Norra við at taka stig móti landsliðnum

##med3##

Í eitt ár hevur Odmar Færø spælt yrkisfótbólt við HamKam í næstbestu deildini í Norra. Hann er júst just flutt alt heim, har hann skal spæla við KÍ komandi trý árini. Nú skal hann seta punktum fyri tíðini í Norra við at spæla móti Norra á Ullevaal.

- Tað er ikki so serligt hjá mær. Eg havi gott nokk spælt í næst bestu deildini í Norra í ár, og hetta er ein klassi og tveir yvir tað, og tað er Norra, so tað er stuttligt. Burtursæð frá tí, so er hetta bara eitt nýtt lið við enn fleiri góðum spælarum. Hetta verður ein stór avbjoðing á einum góðum vølli, sigur Odmar Færø, sum er glaður fyri tíðina í HamKam.

- Eg eri glaður fyri mína tíð í Norra. Eg havi lært nógv góð fólk at kenna og hetta er nakað eg fari at minnast restina av lívinum, sigur miðverjin.

 ##med2##

Tað er ikki hent í tíðini hjá Lars Olsen, at spælarin, sum er við á tíðindafundinum, ikki byrjar inni. Tí bendir alt á, at Odmar Færø er ein av teimum, sum skal takast við Joshua King úr AFC Bournemouth og 19 ára gamla Erling Braut Håland úr Red Bull Salzburg. Tann fyrri hevur júst søkt Manchester United og tann seinni er toppskjútti í Champions League.

- Eg kenni ikki so nógv til Erling Braut Håland, annað enn at pápi hansara er tann, sum hann er og hevði sínar dystir við Roy Keane á sinni tá eg vaks upp. Tølini lúgva ikki og eg hugdi eisini eftir dystinum, tá Joshua King skoraði móti Manchester United. Eg bleiv sindur súrur, tí eg haldi við United, men hatta er tveir góðir og avbera sterkir áleyparar. Men vit hava fyrr fingið góð úrslit móti góðum liðnum, so vit mugu bara fyrireika okkum, sigur Odmar Færø.

 

Bara føroyskir miðlar

Tað vóru bara føroyskir miðlar til tíðindafundin hjá Føroyum. Ein norskur miðil var úr Bergen, men hann hevði bara áhuga í støðuni hjá Gilla í Brann. Odmar Færø var eitt sindur stúrin undan tíðindafundinum.

- Tá eg fekk at vita, at tað var á enskum, so var eg ikki so bangin. Tað enska hjá mær er gott, men tað danska og norska er minni gott. Vit tosa vanliga eisini á enskum í felagnum hjá mær, og so svari eg bara á enskum, sigur Odmar Færø at enda.

Føroyar spæla móti Norra í morgin klokkan 17. FM1 sendir upptakt frá klokkan 15 við Fótbóltspanelinum, har Atli Gregersen er gestur. Frá klokkan 16 verður sent beinleiðis av Ullevaal. Eftir dystin verður 3. Hálvleikur.

FM1: Samrøða við Odmar Færø