Bólturin er rundur, og alt kann henda. Tað er eftir slík úrslit, sum tað í Gøtu sunnudagin, at sovorðnar frasur verða funnar fram. Tí tað er einki at liggja omaná, at talan var um eitt sera óvæntað úrslit, serliga tá havt verður í huga, at VB í síðstu viku legði rygg til stórtap bæði í steypakappingini á útivølli og í landskappingini á heimavølli.
Og tað var ikki bara fyri uttanfyri standandi og heimaliðið, at úrslitið kom óvart á. Vágbingar ásanna, at teir høvdu so avgjørt verið nøgdir við javnleik, um hann stóð teimum í boði, og teir dylja heldur ikki, at eitt tepurt tap hevði tað væl borið til at liva við. Eftir vánaligu úrslitini síðstu vikuna ráddi tað fyrst og fremst um at styrkja moral og sjálvsálit, og tað kann ikki staðfestast annað, enn at tað eydnaðist teimum og tað í nógv ríkari mát, enn nakar hevði droymt um.
Tannleyst heimalið
Tað hevði verið skeivt at sagt, at útiliðið hevði bóltin mest í Sarpisgerði, tí tað var GÍ, sum fyri tað mesta var bóltførandi, og teir høvdu eisini teir flestu møguleikarnar at gera mál, men hetta var ein av døgunum, tá einki eydnaðist.
Bjarni Johansen var sum altíð tryggur millum stólparnar hjá VB, men hann varð sera sjáldan settur á serligar uppgávur, tí viðspælararnir vardu væl og taklaðu, tá tað skuldi taklast, og tá GÍarnir vóru um at gerast leysir, so vóru avgerandi sendingarnar ikki nóg neyvar.
Gøtumenn vóru út ímóti tíggju ferðum í støðum, har teir kundu havt skorað, men hesa ferð høvdu teir ikki eydnuna við sær. Svenn Olsen stútaði tvær ferðir væl eftir horna, men tað var bjargað á strikuni, Pól Ennigarð lobbaði við síðuna av, og innlegg úr síðunum til púra leysar menn frammanfyri málinum vóru ikki nóg neyv.
Men alt í alt var heimaliðið dovið. Ferðin kom ongantíð upp, millumstøðirnar vóru ov nógvar, tá teir royndu at byggja upp, og teir gjørdu millum lítið og einki, sum mótstøðumenninir ikki høvdu roknað seg til frammanundan.
Sjálvsálitið vaks
og úrtøkan var full
Vágbingar, sum høvdu fingið styrk frá stríðsmanninum Hans Paula Dahl á miðvøllinum, og sum høvdu fingið Magna Magnussen og Milan Milanovic við aftur, eftir at hesir báðir høvdu sitið uttanfyri við skaðum, vóru fullvísir í, hvat teir skuldu gera. Ofta hevur tað verið soleiðis, at bæði teir og aðrir hava runnið aftaná konditiónssterku gøtumonnunum, sum seinna partin av seinna umfarinum hava havt eyka orkuna og harvið hava fingið avgerandi málini.
Soleiðis var ikki hesa ferð. VB hevði nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og teir vóru væl skipaðir í at ansa økjum. Tað vil siga, at teir bíðaðu eftir mótstøðumonnunum og ansaðu ikki persónliga, og tað má so vera uppskriftin hjá øðrum, sum ætla sær stig, tá teir spæla móti gøtumonnum.
Málini
Hýrurin var góður á teimum stríputu, tá teir fóru at hvíla seg, tí fyrri partur av setninginum var avgreiddur til lítar. Og bæði orka og sjálvsálit fingu eina tonn afturat rætta vegin, tá miðvallarin John Eystberg setti hol á lítið korter út í seinna umfarið.
Skjótt álop í vinstru endaði við fløtum skrábólti aftur til miðvallaran, sum staddur um brotsteigarmarkið smekkaði til, og bólturin sat dygst undir tvørtrænum í mótsatta borði. Fagnaður á vágbingum, og gøtumenn stóðu sum runnir í stein.
GÍ, sum saknaði bæði Sámal Joensen og Søren Skov Jørgensen, royndi at trýsta meiri, og teir fluttu fólkið longri fram, men teir fingu einki burturúr.
Ístaðin økti VB, sum hevði ein skaddan Birgir Jørgensen sitandi á bonkinum, tíggju minuttir seinni. Innskifti Mikael í Lágabø gjørdist leysur í høgru, hann sendi til handara stólpa, har Milan Culjic var púra blankur í tunnu verjuni, og tað, ið eftir var, helt VB tørn.