Bezzerwizzer á føroyskum útselt

Í oktobur 2022, kom spælið Bezzerwizzer á føroyskum. Fyrst í januar 2023, varð spælið útselt. Eitt endurprent, við smárættingum bleiv framleitt. Nú eru øll hesi spølini eisini seld og tí er Bezzerwizzer á føroyskum aftur útselt. Hesaferð er ongin ætlan um at gera eitt endurprent

Fyri at halda lív í Bezzerwizzer á føroyskum, eru fýra nýggj spurnaspøl ment við 60 spurningum í hvørjum spælið. Hesi kallast Bezzerwizzer Bricks. Evnini eru: Føroyskur tónleikur, føroyskur fótbóltur, føroysk skipasøga og nær var tað?. Við í hvørjari eskju er ein evnisprikkur til Bezzerwizzer, 60 spurningar, 60 svar og 60 serupplýsingar um svarini. Bezzerwizzer Bricks spølini kunnu spælast sum einstøk spurnaspøl, men viðmælt verður at hetta verður brúkt saman við Bezzerwizzer, fyri at hava eina longri livitíð og fyri at gera Bezzerwizzer spælið enn betri.

 

 

 

Nýtt føroyskt samveruspæl

 

Vit eiga ikki nógv samveruspøl á føroyskum, tí er eitt tað best umtøkta samveruspælið í norðanlondum, ment til føroyska marknaðin. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017. Nýggja føroyska útgávan er ment og framleidd, í tøttum samstarvið við Bezzerwizzer Studio í Danmark, sum upprunaliga eigur konseptið. Alt innihald í spælinum er ment av nýggjum av Hugnaløtum, tó við nakað av íblástri frá donsku útgávuni. Nýggja føroyska HINT spælið hevur somu útsjónd og spælireglur sum danska útgávan, men hevur ikki sama innihald, tí ein stórur partur er føroyskur og er gjørdur til ung sum gomul.

 

 

 

Um HINT

 

Í HINT ræður tað um at geva tínum viðspælarum ábending um, hvat ið tú veitst. Ábendingin kann gerast við at tosa, tekna, herma ella murra. Hesar uppgávurnar eru orðaðar á hvørjum kortið sær. Tess betur tit duga at gera ábendingar, tess skjótari flyta tit fram á spæliplátuni. Men verið varin tá ið gitt verður, tí tað er altíð okkurt, sum tit ikki mugu gita. Tað liðið, sum kemur fyrst á mál, hevur vunnið.

 

HINT er gjørt til 4 leikarar ella fleiri. 

 

Viðmælt verður at leikararnir eru 15 ár og eldri. Tó kunnu yngri eisini spæla við, uttan stórvegis trupulleikar. 

 

Bílegging

 

Tað er møguligt at bíleggja HINT og øll fýra Bezzerwizzer Bricks spølini á nethandlinum hugnalotur.fo. Eisini kunnu spølini keypast í øllum bókahandlunum í Føroyum, Hjá Rólanti á Sandi og í Tangabúðini á Tvøroyri.

 

Framtíðin

 

Hugnaløtur heldur fram við at menna og útgeva spøl á føroyskum, so leingi áhugi er fyri teimum. Ætlanin er, at geva minst eitt føroyskt spæl út um árið, tó helst tvey ella fleiri. Nærri verður at frætta um hetta í 2024.