Boðini til mín vóru, at eg við hesari plátuni smildraði mína egnu karrieru. Tey vildu eisini hava, at Young skuldi ljóðblanda plátuna umaftur, men hetta vildi hann ikki hoyra talan um. Hann boygdi seg ikki [...] og torir at brúka seg sjálvan. Og soleiðis hava rúgva av tónleikarum og rockpoetum síðani brúkt Neil Young sum teirra størsta íblástur. Tað eru tey, ið vilja verða við, at Young er Godfather at bæði punk [...] Staðfestir, at hesin maðurin mest av øllum líkist einum, tú endar í bardaga við uttan fyri onkra barr heldur tíðliga á morgni, tá teir síðstu útiløgukøttarnir finna sær okkurt skýmaskotið at verja seg móti
stórvegis tankar um, um hon roynir at káva yvir ella at draga fram kvinnulig eyðkenni. - Eg royni at gera mítt arbeiði so gott sum gjørligt. Eg eri sum eg eri og hugsi als ikki um, um tað er kvinnuligt [...] eini veikari støðu. - Vit mugu eisini síggja í eyguni, at ikki allar kvinnur hava ambisjónir um at verða leiðarar. Tá kunnu vit ikki tosa um, at munur verður gjørdur á kynunum. Kvinnulyndið er øðrvísi [...] Føroyum tað sum eina sjálvfylgju, at vit hava javnstøðu og duga tí ikki at meta um úrslitini, sum kvinnurørslan hevur verið við til at rokkið. Sjálv eri eg vaksin upp við, at munur er ikki gjørdur millum kynini
Fram í Gundadalshøllini hóskvøldið. Ikki bert tí tað altíð hevur týdning at vinna »slagið um Havnina«, men eisini tí tað ráddi um at halda fast í FM-møguleikanum, sum tó framvegis er tunnur. Fleyr vann dystin [...] Isaksen, venjari hjá Fleyr, sigur, at sigurin í gjár hevði stóran týdning fyri Fleyr-liðið, ikki minst sálarliga. ? Vit hava spælt tveir tættar dystir móti ÍF, men tapt báðar. Men FM-møguleikin er framvegis [...] setti, sum teir førdu 14-7. Men so fór at ganga illa hjá teimum ? kanska eisini tí teir høvdu kannað sær bitan, áðrenn hann var svølgdur. Fram-spælararnir fóru at gera feilir, ov nógvir bóltar vórðu slignir
higartil hevur verið at hava tónleikaligu ábyrgdina av árligu kórstevnuni um hendur, men sum annars hevur tað í sínum endamáli at birta upp undir kórsang í Føroyum, tekur nú tað stig, at bjóða kórleiðarum [...] eisini undirvísti í orgulspæli. Skeiðið í Havn nú í februar endar við lítlari kórkonsert í Kommunuskúlahøllini, har skeiðluttakararnir fáa høvi til at sýna sín dugnaskap. Skeiðið kostar 500 kr., og luttakararnir
møguligt annað. Eg skal viðganga, at eg eri ikki seks ár longur - beinari hevði verið at ganga við átta - men eg havi ilt við at ímynda mær, at børn um skúlaaldur skulu tíma at lurta eftir hesum ævintýrum. [...] uttan at hon eftir mínum tykki er tað í sjálvum sær. Søgurnar streingja á at vera hugmyndaríkar, men hava ilt við at vera tað. Staðarnøvnini eru Rakel Helmsdal líkari óvanlig, men heldur ikki tey hava nakran [...] sýnast at vera eitt smámál og putl frá mínari síðu, men tílíkur vantandi logikkur - sum javnan kemur fyri - er tekin um, at skrivingin ikki er nóg neyv. Afturfyri vísir Rakel Helmsdal aðrastaðni, at hon eisini
samarbeitt um, eftir at marknatrætan er loyst sigur bretski samráðingarleiðarin, at bretar, sum hava rættiliga nógvar royndir á oljuøkinum, vilja bjóða sær at hjálpa føroyskum myndugleikum við at leggja eina [...] spurningin um fiskimarkið. Um so er má hetta metast at vera skilagott, tí hóast hesi markini áttu at verið eitt og tað sama, so kunnu vera umstøður, sum gera, at tað í hvussu er ikki í løtuni ber til at fáa eina [...] tá hugsað verður um, at teir kanska hava nógv fleiri upplýsingar enn mótpart-urin um tey økini, sum teir gera krav uppá? -Eg haldi ikki hatta er ein rættvís niðurstøða. Mær vitandi hava føroyingar eisini
fatan av, at í einum demokratiskum samfelag hevur fólkið krav uppá at fáa at vita, hvat fakið meinar! Ynskir ráðharrin at krógva hesa fakligu meining, so má embætið almannakunngera hana. At embætið so [...] tíðina royna at tryggja, at ikki veikleikar hjá einum einstøkum persóni einastaðni í skipanini sleppur at gera alla skipanina veika ella sleppur at niðurbróta virðir, sum trupult verður at byggja upp aftur [...] kendur fyri sínar meiningar og evni til at siga frá. Hann fekk eina munnliga uppsøgn frá Per Hækkerup, búskaparmálaráðharra, í oktober 1973. Søgan um hesa uppsøgn var, at Hækkerup ætlaði eitt lógaruppskot,
nógv hava Miðvingur Mai og Óðin veruliga fiskað seinastu árini? ? Vit hava fingið at vita frá fiskivinnuumsitingini, at tað hevur onki við málið at gera. Tað sum umræður er, hvørji loyvi teir hava havt [...] tilsamans. Ikki minst tá ið hugsað verður um, hesir tríggir bátarnir hava ikki verið serliga nógv úti seinastu árini. Eisini verður funnist at, at tað skal bera til at koyra snellu og útróðrarbátar úr flotanum [...] sigur, at enn er fyrispurningurin ikki skrivaður. ? Men ætlanin er m.a. at spyrja landsstýrismannin, hvønn skipabólk, báturin skal í. Hann sigur, at ætlanin er eisini at spyrja, hvussu hetta fer at ávirka
hetta er íslendkur tónleikur á íslendskum. Kristian Blak sigur, at tónleikurin á hesi fløguni minnir nakað um Enekk. - Ella kanska nakað um tað Sunleif Rasmussen og eg sjálvur fáast við, sigur Kristian Blak [...] Kristan Blak ætlar at vera varin, so útgávan ikki missir samleikan. Mangar av útgávunum hjá Tutl eru bert á plátu, hóast nakar eru endurprentaðar á fløgu, men forlagið arbeiðir støðugt við at fáa gamla tilfarið [...] Fleiri sera spennandi og øðrvísi fløgur eru á veg frá Tutl. Kristian Blak upplýsir, at fløgan Grannar er farin í framleiðslu. Hetta er harmonikufløgu, ið Pauli Jacobsen hevur skipað fyri, Sjey grannalond
hevur hann verið við at til økja um hugin hjá teim yngru lesarunum at lesa føroyskt. Í øllum førum eru týðiligar ábendingarum, at børn í dag heldur taka eina føroyska bók av hillini enn eina danska. Bókaklubbin [...] gott, tá ið vit hugsa um talið á upprunaføroyskum barnabókum. Orsøkin er einføld tann, at vit fingu ikki fleiri handrit inn. Soleiðis gongur tað upp og niður. Hinvegin vil eg siga, at tað hevur verið ein [...] ungfólk høvdu farið undir at skriva. Við hvørt frætta vit um onkran, sum er í holt við at skriva, men so hoyrist einki aftur, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Seinasta skreytheftið