Nýggi línubáturin hjá vágamonnum endar í tinginum

Tað hevur vakt so stóran ans, at vágamenn hava fingið fiskiloyvi til ein nýggjan línubát, at málið nú verður reist í tinginum

? Hvussu ber tað til, at vágamenn hava fingið fiskiloyvi til ein nýggjan línubát, og hvussu fer tað at ávirka fiskidagatalið hjá teimum línubátum, sum longu eru í flotanum.

Í løtuni er tann nýggi línubáturin, sum vágamenn hava keypt frá norðmonnum tað stóra samrøðuevnið hjá fiskimonnum einsvæl og hjá politikarum.

Nógv undrast á, at tað skal bera til hjá vágamonnum at fáa fiskiloyvi til ein nýggjan línubát, samstundis sum teir bátarnir, sum eru frammanundan, halda seg hava ov fáar dagar sum er.

Teir halda, at skal ein nýggjur línubátur koma uppí part, fáa allir bátarnir færri dagar, enn teir høvdu frammaundan, tí sum allir aðrir skipabólkar, hava stállínuskipini ein ávísan prosentpart av samlaðu fiskidøgunum.

Fyri at fáa fiskiloyvi til tann nýggja bátin, hava vágamenn keypt og lagt tríggjar bátar: Mai, Miðving og 20 tonsaran Óðin.

Men tað eru mong sum halda, at tað er stórur munur á, at hesin nýggi báturin hevur størri veiðiorku enn Mai, Miðvingur og Óðin høvdu tilsamans.

Ikki minst tá ið hugsað verður um, hesir tríggir bátarnir hava ikki verið serliga nógv úti seinastu árini.

Eisini verður funnist at, at tað skal bera til at koyra snellu og útróðrarbátar úr flotanum og fáa línubát afturfyri.

Tí verður hildið, at hetta er at økja veiðitrýstið munandi.

Samstundis verður ivast í, hvussu tað kann bera til, at leggja skip úr einum ávísum bólki og fáa fiskiloyvi til skip í einum heilt øðrum bólki afturfyri.


Endar í tinginum

Tað er so stórur ivingur um fiskiloyvið til tann nýggja línubátin hjá vágamonnum, at málið endar nú í tinginum.

Tað eru teir báðir tingmenninir, Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, sum hava gjørt av at reisa ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen fyri at vita, hvussu henda nýggja ætlanin hjá vágamonnum er skrúvað saman.

Vilhelm Johannesen sigur, at enn er fyrispurningurin ikki skrivaður.

? Men ætlanin er m.a. at spyrja landsstýrismannin, hvønn skipabólk, báturin skal í.

Hann sigur, at ætlanin er eisini at spyrja, hvussu hetta fer at ávirka fiskidagatalið hjá teimum skipum, sum longu eru í tí bólkinum.

? Somuleiðis er eisini ætlanin at fáa at vita, hvussu tað ber til at fáa ein slíkan bát í flotan fyri teir bátarnar, sum eru lagdir afturfyri.


Onki skeivt gjørt

Tummas Jacob á Løgmansbø heldur, at atfinningar byggja á misskiljingar.

Tí nýggi báturin verður skrásettur í sama skipabólki sum Miðvingur og Mei vóru í.

? Tvs, at tann nýggi línubáturin hjá vágamonnum verður skrásettur í bólki 4 D, sum eru útróðrarbátar yvir 60 tons og ikki í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons, sigur hann

Hann vísur eisini á, at fiskiloyvið til tann nýggja bátin hevur verið ómetaliga dýrt, tí teir hava verið noyddir at leggja tríggjar bátar, sum allir høvdu línuloyvi, fyri at fáa eitt lítið loyvi afturfyri.

Vit hava lagt Mai og Miðving, sum høvdu 127 dagar í part, umframt Óðin, sum hevði 110 dagar.

? Tvs, at vit áttu 364 dagar. Men afturfyri teir, hava vit bara fingið 156 dagar til hendan nýggja bátin.

? Eftir umrokningunum, sum eru gørdar, hava vit fingið 45% av døgunum hjá Mai og Miðvingi og 35% av teimum hjá Óðini.

? Hetta er sostatt alt ov lítið til at tað nýggja skipið kann bera seg, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.

? Tí verður neyðugt hjá tí at fiska ein stóran part úti á djúpum vatni, umframt at tað hevur fingið íslandsloyvið hjá Miðvingi uppá 105 tons og kalvaloyvi hjá Mai undir Íslandi.

Men ert tú ikki samdur í, at nýggi báturin fer at økja munandi um veiðitrýstið, tí orkan er so nógv størri enn hjá hinum bátunum?

? Nei, tí sum eg sigi, hava vit bara fingið eitt lítið loyvi uppá 156 dagar afturfyri øll tey trý loyvini hjá Mai, Miðvingi og Óðini uppá tilsamans 364 dagar, so talan er um eina munandi lækking.

? Og sannleikin er, at høvdu vit vitað, at niðurskurðurin bleiv so stórur, høvdu vit heldur havt sett egningarmaskinu í Miðving ístaðin fyri at keypt hendan nýggj bátin.

? Men hvussu nógv hava Miðvingur Mai og Óðin veruliga fiskað seinastu árini?

? Vit hava fingið at vita frá fiskivinnuumsitingini, at tað hevur onki við málið at gera.  Tað sum umræður er, hvørji loyvi teir hava havt.

? Og tað sigur seg eisini, sjálvt, at vit fáa onki gjørt uttan loyvi úr Landsstýrinum. Og nú hava vit fingið øll loyvini, so tað er onki at ivast í, at allar lógir eru hildnar, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.