Hon himprast ikki við at viðganga, at hon hevur ikki verið til skips, at hon ikki veit so nógv um streymviðurskifti og hvussu fiskurin hilnast á ymsu bankunum. Treyðugt so er henni víst stórt álit, hon hevur verið við til at bygt upp føroysku fiskasøluna í Fraklandi og í dag er hon ein av sølustjórunum á flakavirkinum Kósini í Klaksvík.
Jóhanna Vang er 28 ára gomul, fødd og uppvaksin í Havn, býr í Klaksvík, er ógift, men hevur drong, sum er sjómaður. Hon er útbúgvin sum útflytari á Den Danske Eksport Skole í Herning í Danmark, og síðani 1. apríl í fjør hevur hon arbeitt sum sølustjóri, har hon serliga hevur ábyrgdina av frystum fiski.
- Tá ið tað stóð mær í boði at fáa arbeiði á Kósini gjørdi eg av at flyta heim aftur til Føroya, og tað eri eg sera glað fyri, bæði út frá einum persónligum og yrkisligum sjónarhorni, sigur Jóhanna Vang.
Longu sum heilt ung gjørdi Jóhanna Vang av við seg sjálva, at hon vildi royna at arbeiða innan handilsverðina á altjóðastigi.
- Tað er í mínum hugaheimi eitt nú vanligur handilsskapur, har menniskja, mentunar- og málkunnleiki eru ein týðandi partur. Alt sum eg havi tikist við síðani tá hevur verið gjørt við tí í huga. Til dømis havi eg tikið HH, gingið á Eksportskúla umframt at eg havi ferðast nógv og havi búð í Belgiu, Sveits og Spaniu. Í hálvt fjórða ár havi eg búð í París og Boulogne-sur-Mer, har eg havi starvast fyri Føroya Fiskasølu, og saman við tveimum fransmonnum verið við til at bygt tað sum í dag eitur Faroe France S.A. upp.
Kvinnur halda seg ikki framat
Á Kósini í Klaksvík eru tvær søludeildir, onnur fyri saltfisk og hin fyri frystan fisk. Umleið 170 fólk arbeiða á flakavirkinum og umleið 60% av framleiðsluni er frystur fiskur. Søludeildirnar geva ábendingar um, hvat er møguligt at selja og frá tí arbeiðir innkeyparin, fiskur kemur inn og so fer framleiðslan í gongd. Á tann hátt stýra sølustjórarnir innkeypi og gera av, hvør framleiðsla verður sett í gongd.
Ikki nógvar kvinnur eru í líknandi størvum í Føroyum, um nøkur so eru tær ikki nógvar, men Jóhanna Vang hevur ikki merkt, at tað hevur verið nøkur forðing, at hon er kvinna.
- Als ikki. Spurningurin er ikki um kyn, men um kunnleika, ið er tengdur at arbeiðinum. Eg havi eitt nú arbeitt undir leiðslu av trimum stjórum á Føroya Fiskasølu og havi samstarvað við fleiri virkisleiðarar, sum allir hava verið menn. Í mínum arbeiði á Kósini er tað sama mynstrið galdandi, at tey, ið eg arbeiði beinleiðis saman við eru mannfólk og ein kvinna, tað veri seg á skrivstovuni, í sølu og í innkeypi, rávøruni, framleiðsluni, avskipingini og innaneftirlitinum.
- Tað er stór kapping um at fáa leiðarastørv bæði hjá kvinnum og monnum. Nógvar kvinnur hava bæði vinnulívsroyndir og tann teoretiska førleikan, men tað er ein sannroynd, at tær halda seg ikki framat í sama mun sum menn. Og tað kunnu bert kvinnurnar sjálvar broyta. Av tí sama eru ikki so nógvar kvinnur, ið hava royndir at vísa til sum leiðarar, tá ið tær søkja starv, og tí eru kvinnur ofta í eini verri støðu enn menninir, ið søkja.
Kvinnulyndið er øðrvísi
- Eitt sum er rættiliga vanligt í Føroyum er hetta, at "einaferð stjóri altíð stjóri". Soleiðis er tá ið vit eru eitt lítið samfelag. Nógv dømi eru um, at stjórar fara úr einum stjórastarvi í eitt annað. Tí tekur tað longri tíð at síggja veruligar útskiftingar í leiðarastørvunum, og tá eru kvinnurnar í eini veikari støðu.
- Vit mugu eisini síggja í eyguni, at ikki allar kvinnur hava ambisjónir um at verða leiðarar. Tá kunnu vit ikki tosa um, at munur verður gjørdur á kynunum. Kvinnulyndið er øðrvísi enn mannfólkalyndið, kvinnur síggja ofta virði í øðrum tingum enn menn, og tað at vera leiðari og brúka nógva tíð og orku til tað starvið seta tær upp ímóti øðrum, sum tær kanska raðfesta hægri ella líka høgt.
- Eg havi sæð meðan eg havi arbeitt í Klaksvík, at stórur munur er á ambisjónunum hjá konufólki í Havn og í Klaksvík. Problematikkurin rundan um tað, at kvinnur ikki sleppa framat er í Havn. Hevur tú eina stóra akademiska útbúgving og stórar ambisjónir eru lítlir møguleikar at gera seg galdandi uttan fyri Havnina. Og tí eru tey flestu fólkini, eisini konufólkini, við hægri útbúgvingum í Havn.
Tað er tíðar- og orkukrevjandi at vera leiðari.
- Eg geri mítt arbeiði, men hugsi ikki so nógv um, um hvussu nógvar tímar eg havi arbeitt. Hvussu tað verður, tá ið eg fái børn, veit eg ikki. Tað fer tíðin at vísa. Eg kann ímynda mær, at tað verður væl øðrvísi, men tað er ein spurningur, um hvussu ein raðfestir, sigur Jóhanna Vang.
Ikki brúkast sum undanførsla
Sølustjórin á Kósini heldur ikki, at tað er munur á møguleikunum hjá báðum kynunum at gera seg galdandi í samfelagnum, fáa eina karrieru og koma langt upp eftir stiganum.
- Av ymsum orsøkum er tað eitt ávíst býti í samfelagnum, tá ið tað snýr seg um atgongd til arbeiðsmarknaðin. Men ein kvinna í dag hevur somu møguleikar sum ein maður, tær kunnu fáa sær útbúgving og arbeiði á jøvnum føti við menn - og tí kann hetta at tú ert kvinna ikki brúkast sum nøkur undanførsla fyri ikki at sleppa framat. Vit kunnu til tíðir lesa um kvinnur, sum kenna seg vrakaðar ella eru vrakaðar av tí at tær eru kvinnur. Hetta havi eg aldri upplivað sjálv.
- Annað er, at tað er so ymiskt, hvussu fólk raðfesta ella hvussu lívið hjá hvørjum einstøkum er lagað. Her hugsi eg um, at karrierumøguleikarnar á landi hjá bæði monnum og kvinnum minka longri ein fer frá høvuðsstaðnum. Eg skilji fullvæl kvinnur við børnum, sum hava sjómann, at tær ikki raðfesta tað sum tað hægsta at fáa eina akademiska útbúgving ella eitt starv, ið krevur nógva tíð. Tær høvdu ikki komið langt við, at kravt sín rætt.
Tá ið vit spyrja Jóhonnu Vang um, hvørjar forðingar annars hon sær fyri javnstøðu og hvørjar meiningar hon hevur um hetta hugtakið, sigur hon.
- Tað er ein gudsskaptur munur millum kynini, kensluliga eins væl og likamliga. Sjálvsagt hava kvinnur og menn grundleggandi somu rættindi og frítt at velja, hvat tey gera uttan mun til kyn.
- Í sambandi við barnsburð haldi eg, at tað skuldi verið ein høgligari skipan, ið gjørdu bæði kvinnuna og arbeiðsgevaran betur fyri. Eg skilji væl arbeiðsgevarar, ið aftra seg við at seta kvinnur í starv, sum eru í burðardygga aldrinum. Ein barnsburðargrunnur, har eingin arbeiðsgevari verður við sviðusoð, tá ið kvinnur verða við barn, er einasta loysnin. Tá ið kvinnan fer í barnsburðarfarloyvi missur arbeiðsgevarin tær royndirnar og vitanina viðkomandi hevur og so skal hann seta ein avloysara inn í alt. Tað er ikki so slætt og høgligt.
Fordómar
Sum sølustjóri á einum flakavirki, har mest sum øll leiðslan er mannfólk, hevur Jóhanna Vang ikki merkt stórvegis til fordómar mótvegis sær sum kvinnu.
- Tað hevði verið ein fyrimunur um eg hevði verið til skips, kent streymviðurskifti og annars havt hylling á øllum, ið hevur við fisk at gera. Her eri eitt sindur øðrvísi fyri, tí hesar royndirnar og hetta innlitið havi eg ikki. Men eg latið meg ikki dvína fyri tað, annars hevði eg ikki bjóðað meg fram í hesum starvinum. At eg havi møtt fordómum hesum viðvíkjandi er ikki tí, at eg eri kvinna, men tí eg ikki havi hesa vitanina. Onkur onnur kvinna hevði kanska tikið tað øðrvísi.
- Onkusvegna havi eg lagað meg eftir umstøðunum, sum eg arbeiði undir. Tað er heilt natúrligt og fyri tað missur tú ikki teg sjálva burtur. Menninir eg arbeiði saman við hava í eins stóran mun lagað seg eftir mær. Men eg havi ikki lagað meg eftir hugburðinum hjá hinum, í øllum førum ikki tilvitað, eg geri tað sum eg meti er rætt.
- Fyri meg er tað ein týðandi lutur at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, men mín samleiki er meiri enn mítt arbeiði. Sum øll onnur eri eg sett saman av ymiskum viðurskiftum, tey mest týðandi fyri meg eru trúarlív, familja, vinir, kunnleiki, ítriv og áhugamál annars. Eini kvinnu nýtist ikki at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum fyri at styrkja sjálvsálitið, tí tað eru nógv onnur viðurskifti, ið hava týdning, men hjá mær hevur tað kortini verið ein sjálvsagdur lutur, sigur Jóhanna Vang.
Javnvág
Hetta lítla árið Jóhanna Vang hevur virkað sum stjóri hevur hon ikki gjørt sær stórvegis tankar um, um hon roynir at káva yvir ella at draga fram kvinnulig eyðkenni.
- Eg royni at gera mítt arbeiði so gott sum gjørligt. Eg eri sum eg eri og hugsi als ikki um, um tað er kvinnuligt ella ikki. Heldur hugsi eg um, um tað er rætta loysnin.
- Eyðkennandi fyri kvinnur sum leiðarar er, at tær geva sjálvari tilgongdini størri gætur enn menn meðan menn hugsa meiri um at røkka úrslitum. Sjálv seti eg mær mál, sum eg arbeiði frameftir, men eg havi alla tíðina sjálva tilgongdina frammalaga í huga. Tá ið konufólk og mannfólk arbeiða saman verða báðar síðurnar væl umboðarar, tað verður størri javnvág í.
Jóhanna Vang viðgongur, at hon hevur ikki gjørt sær nógvar tankar um kvinnurørsluna.
- Kanska tekur mítt ættarlið í Føroyum tað sum eina sjálvfylgju, at vit hava javnstøðu og duga tí ikki at meta um úrslitini, sum kvinnurørslan hevur verið við til at rokkið. Sjálv eri eg vaksin upp við, at munur er ikki gjørdur millum kynini, men eg dugi sera væl at síggja, at kvinnurørslan hevur havt stóran týdning í søguligum høpi og hevur tað framvegis nógva staðni í verðini í dag, har kvinnur líða bæði likamliga og sálarliga. Kvinnurørslan eigur at halda fram við at skapa karmar fyri kvinnur, sum ikki eru so væl fyri.
Treyðugt so heldur Jóhanna Vang, at kvinnur, ið tala fyri javnstøðu ofta hava lyndi til at gerast so víðgongdar í sínum sjónarmiðum og at tær møsna upp í saman um tað sama meðan menn eru meiri ítøkiligir.
- At siga at konufólk grenja er kanska at taka ov rívan til, men við hvørt hevur ein varugan av, at tær grenja. So vildi eingin sagt um eitt mannfólk, tí tað er niðrandi at siga so. Sjálvtsagt spinna kvinnur ikki hesar trupulleikarnar og ójavnan millum kynini, sum tær vísa á, úr ongum. Tær taka væl støði í einum og hvørjum veruligum, men mátin tað verður borið fram virkar ágangandi fyri menn.
- Eg havi ongantíð lisið javnstøðulógina og veit tískil í grundini ikki, hvat hon ásetir. Mær dámar ikki, at kvinnur og menn verða sett upp ímóti hvør øðrum. Eg veit, at kvinnur og menn arbeiða væl saman. Javnstøða er eini rættindi og ein sjálvfylgja fyri bæði kynini, sigur Jóhanna Vang at enda í viðtali.
------
Prát við kvinnur í leiðandi størvum
Hetta er fjórða samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta samrøðan verður í blaðnum komandi leygardag við Mariu á Dul, starvsfólkaleiðara í Almanna- og heilsustýrinum.