Tað gongur upp og niður í føroyskari barnabókaútgávu, og árið í fjør var ikki eitt av teim heilt frægu. Eittans fýra upprunaføroyskar barnabøkur komu út. Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum eigur mest sum allan barnabókamarknaðin og helmingin av tí, ið annars kemur út, gav tríggjar upprunaføroyskar barnabøkur út í fjør og forlagið hjá Einari Petersen Sporcio ta einu.
Bøkurnar talan er um eru "Hvør vil eiga myrkrið", ið er skaldsøga til størri børn eftir Lydiu Didriksen, "Drekar og annað valafólk", ið er ævintýrbók til smærri og størri børn eftir Rakel Helmsdal, og "Matur í myndum" eftir Sigrid Dalsgaard og Beintu Johannessen. Hendan kemur undir yrkisbókmentir til børn og er fyrsta kókibókin til børn á føroyskum við einføldum uppskriftum til tey smáu. Bókadeildin og Føroya Skúlabókagrunnur góvu bókina út í felag. Fjórða barnabókin, sum kom út farna ár, er "Alicia er horvin", ið er krimisøga fyri børn og ung eftir Einar Petersen.
- Árið í fjør var ikki so gott, tá ið vit hugsa um talið á upprunaføroyskum barnabókum. Orsøkin er einføld tann, at vit fingu ikki fleiri handrit inn. Soleiðis gongur tað upp og niður. Hinvegin vil eg siga, at tað hevur verið ein ávís framgongd seinnu árini, tí fleiri nýggir høvundar eru komnir fram, høvundar sum skriva fyri fyrstu ferð.
- Viðvíkjandi dygdini í bókunum hóma vit eisini eina framgongd. Sum heild er meiri kjøt á bókunum, bøkurnar eru betri, og til dømis eru bøkurnar hjá Rakel Helmsdal um Hugo eitt tað besta Bókadeildin hevur givið út. Sjálvandi henda afturstig og tað eru bøkur, sum vit ikki skuldu havt givið út. Tað hevði eisini verið sera hugaligt, um fleiri ungfólk høvdu farið undir at skriva. Við hvørt frætta vit um onkran, sum er í holt við at skriva, men so hoyrist einki aftur, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Seinasta skreytheftið í savninum hjá Carl Barks um Dunnald Dunnu í týðing Paula Nielsens kom út í fjør. Í alt 18 hefti komu út, men vegna vantandi undirtøku og øktar útreiðslur valdi Bókadeildin at gevast við útgávuni.
Og at hesi heftini ikki koma út longur sæst aftur í samlaða talinum av útkomnum bókum. Í 1997 komu 45 barnabøkur út, í 1998 tíggju færri. Treyðugt so, hóast talið er minni, kunnu vit fegnast um nógvar einstakar útgávur í árinum, ið fór. Fleiri klassikarar komu út í føroyskari týðing, "Heksirnar" hjá Roald Dahl, "Ljónið, gívurin og klædnaskápið" eftir C.S. Lewis, "Oliver Twist" eftir Charles Dickens og "Mín fyrsta bók um Palla Pumm" hjá A.A. Milne/Shepard í framúrskarandi týðing Gunnar Hoydals. Bókadeildin arbeiðir við at fáa fleiri bøkur í røðini um Palla Pumm og vinfólk hansara út.
Gott 1999
Vónirnar eru góðar til hetta árið, vit júst hava sett hol á. Fimm barnabøkur eru í umbúna at geva út. Tann fyrsta í røðini er "Lív heldur á" eftir Karsten Hoydal og við tekningum hjá Óla Petersen. Henda søgan er prentað áður, talan er um eina páskasøgu við støði í barnaminnum Karstens. Hon er ætlað aldursbólkinum 8-12 ár, men kann lesast bæði fyri yngri og eldri børnum.
Næsta føroyska barnabókin verður ein krimibók til smærri børn. Bókin fer at eita "Horvna bamsan" og tað er Jógvan Isaksen, ið skrivar. Bókin kemur út í røðini av Snípubókum, sum er samtak millum Føroya Skúlabókagrunn og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Higartil eru tvær Snípubøkur komnar, Bókadeildin hevur givið tær báðar út. Snípubøkurnar eru býttar í fleiri stig fyri torleika, tær eru ætlaðar børnum, ið hava tørv á at lesa og eru lættlisnar hjá aldursstignum, tær eru ætlaðar til.
Triðja føroyska barnabókin í ár verður "Stjørnan" eftir Heina Hestoy. Henda bókin er ætlað eldri børnum og hon er rættiliga álvarsom. Hon er um ein drong, sum missir pápan á sjónum.
Bókadeildin hevur eitt annað handrit liggjandi eftir Heina Hestoy, arbeitt verður við tí í løtuni og gongst sum ætlað, kemur tað eisini út í ár. Sjálvur arbeiðir Heini við eini triðju bók og hon er komin væl áleiðis. Evnið í henni er blóðskemd.
Umframt hesar fýra kemur ein ævintýrkend bók út eftir Sólrun Michelsen. Tað verður væntandi til heystar.
- Helst kemur framhald av krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen um tey fýra Kára, Róa, Magnus og Beintu, ið uppklára brotsgerðir, út í ár, sigur Niels Jákup Thomsen.
Samprent
Bókaklubbin hjá Bókadeildini koyrir á 13. ári og eftir øllum brøgdum at døma hevur hann verið við at til økja um hugin hjá teim yngru lesarunum at lesa føroyskt. Í øllum førum eru týðiligar ábendingarum, at børn í dag heldur taka eina føroyska bók av hillini enn eina danska. Bókaklubbin er býttur upp í tríggjar bólkar. Tann fyrsti er til 0-4 ára gomul, tann næsti til 4-8 ára gomul og tann triði til 8-12 ára gomul. Allir bólkarnir fáa 8 bøkur um árið. Ein klubbi er eisini til ung og tey fáa fýra bøkur um árið.
Hesi árini síðani bókaklubbin byrjaði er ørgrynna av barnabókum komin út og nógv tann størsti parturin er týddar bøkur. Fyrsta árið við bókaklubbanum komu 43 barnabøkur út í mun til 26 árið fyri. Talið hækkaði støðugt næstu árini, upp í 74 í 1989, men so minkaði tað næstu árini niður í 36 í 1993, tá ið búskaparkreppan var uppá tað ringasta. Hesi seinnu árini hevur talið ligið á umleið 40-50, harav hevur talið á teim upprunaføroysku ligið úr sjey upp í tíggju um árið.
Stórur partur av orkuni hjá Bókadeildini fór í fjør til tey bæði stórverkini "Føroyskir fólkaskúlalærarar" og "Føroya Lærarafelag 100 ár". Av stórverkum Bókadeildin arbeiðir við í løtuni kunnu vit nevna Landalærualfrøðina. Forlagið gav út Alfrøðina í tveimum bindum fyrst í nítiárunum og Søgualfrøðina í fjør saman við Føroya Skúlabókagrunni. Av øðrum føroyskum útgávum Bókadeildin arbeiðir við kunnu vit nevna framhald av "Mangt er millum himmal og jørð" eftir Erland Poulsen og Torkil Beder, og "Føroyskt veður í 100 ár" eftir Peter Skeel Jacobsen, veðurfrøðing. Hetta er ein sera forvitnislig bók, ið við tølum, myndum og lýsingum greiðir frá veðurlagnum í Føroyum heilt aftur til 1870-árini.