Strongt hugflog

? Eg skal tó ikki fullkomiliga vísa frá mær, at børnum dámar tílíkar frásagnir, men meg rína tær ikki við. Í mínum eygum eru tær ikki sørt sjálvglaðar og merktar av einum uppgjørdum naiviteti. Í tí gitna filminum »The Sting« við Paul newman, Robert Redford og Robert Shaw spyr írski gangstarin (Shaw) fleiri ferðir nakað soleiðis: »Do ya follo??« og við ævintýrunum hjá Rakel Helmsdal í huga hevði eg svarað: »No, I don?t follow«, sigur Jógvan Isaksen m. a. í ummælinum av bókini Drekar og annað valafólk hjá Rakel Helmsdal

Jógvan Isaksen


Rakel Helmsdal: Drekar og annað valafólk. 5. ævintýr. Edward Fuglø myndprýddi. Bókadeild Føroya Lærarafelags 1998. 113 s. innb. kr. 126.


Tann nýggja bókin, sum Rakel Helmsdal og Edward Fuglø í felag hava avrikað, er vøkur. Teknarin hevur av álvara spælt sær við svørtum og hvítum, og í fleiri førum er uppsetingin av tekstinum lagað eftir tekningunum. Afturfyri haldi eg ikki, at søgurnar, hóast tær tíðum fara fram undir víðum lofti, rættiliga eru floygdar.

Karmur um tey 5 ævintýrini er húskið hjá gentuni Elanor, og lagt verður fyri við, at gentan biðjur mammuna siga sær eina søgu. Aftaná sigur Elanor mammuni eina søgu, síðani siga tvey ævintýr seg sjálvi, har tað kortini verður borið við Elanor, og tann seinasta og drúgvasta søgan verður fortald av pápanum.

Søgurnar ýða við skapningum og fyribrigdum úr ævintýrheimi: Fuglurin Phønix, einhyrningurin Licorne, álvar, eitt huldubarn, tann veingjaði hesturin Pegasus, ein sjódregil, blandingsverur, drekar, ynskir o. s. fr. men riðilin av ævintýrbrotum gera bara í hendinga føri eina eind. Heildin er í flestu førum postulerað gyklandi, uttan at hon eftir mínum tykki er tað í sjálvum sær. Søgurnar streingja á at vera hugmyndaríkar, men hava ilt við at vera tað.

Staðarnøvnini eru Rakel Helmsdal líkari óvanlig, men heldur ikki tey hava nakran veruligan týdning. Tey nevnast, sum um fremmand nøvn eru nóg mikið at skapa ein spennandi heim. Men so lætt sleppur ein høvundur ikki, og tá ið nøvnini ongan veruligan týdning hava - í flestu førum eru tey blanka óneyðug - so gerast tey stakkalastás.

Í tí stóru myndini ber alt til, nú vit eru í ævintýrheimi, og nettupp tí er tað avgerandi, at logikkurin heldur innan frásagnarkarmar. Tað ger hann minni enn so altíð, og oftast er tað í smálutum, viðhvørt ímillum einstakar setningar, at hetta ger vart við seg. Sum har ævintýrdjórið Hurlumhey fortelur Elanor, at einaferð vóru tey ein stór ætt, »men nú eri bara eg eftir av øllum. Tað var nær við, at Hansara Hátign Hurlumhey lippaði av hesum syrgiligu tíðindunum«. Men eingin hevur borið Hurlumhey tíðindir, hann sigur jú sjálvur frá.

Hetta kann sýnast at vera eitt smámál og putl frá mínari síðu, men tílíkur vantandi logikkur - sum javnan kemur fyri - er tekin um, at skrivingin ikki er nóg neyv. Afturfyri vísir Rakel Helmsdal aðrastaðni, at hon eisini dugir beistaktiga væl, tá ið tað stingur seg upp á hana. Ein av ævintýrverunum navnkennir seg: »Eg eiti Kaspar Konstantin Karolus, vanliga nevndur Trý K, og eri klænasta bjørnin hesumegin Ekvator, og helst eisini hinumegin. Tit skulu hava túsund tøkk, at tit bjargaðu mær úr kannibalfelluni. Ikki tí, teir høvdu ikki havt so nógv at etið av mær kortini«. Her gera hugflog og skriving eina heild.

Tann seinasta søgan, »Ein ræðusøga«, er tann besta og samstundis tann, sum neyvast byggir á ein klassiskan ævintýrfrymil við trimum ynskjum o. s. fr. Elanor biðjur pápan siga sær eina søgu »um drekar og alt møguligt sovorðið ræðuligt«, og hann so ger - men kanska í einari aðrari merking, enn lesarin og Elanor høvdu hugsað sær. Søgan snýr seg síðani um, hvussu hann vinnur á ræðsluni og fær ta vøkru ræðugentuna.

Tað kemur meiri enn so fyri, at tað er flog yvir frásøgnini í hesi seinastu søguni og aðrastaðni við, men eg haldi ikki, at tað rættiliga verður brúkt til nakað. Tey leggja fyri einastaðni, og síðani hendir bæði eitt og annað og aloftast eisini okkurt triðja, og so endar ævintýrið, tí einaferð skal tað jú enda. Tað tykist aldrin serliga neyðturviligt, at tær og tær hendingarnar ella tær og tær verurnar eru við, tað kundi í flestu førum eins væl verið alt møguligt annað.

Eg skal viðganga, at eg eri ikki seks ár longur - beinari hevði verið at ganga við átta - men eg havi ilt við at ímynda mær, at børn um skúlaaldur skulu tíma at lurta eftir hesum ævintýrum. Setningsheildirnar eru ofta ógvuliga drúgvar og stundum so fløkjaligar, at eg vil halda, at børnini missa tríðin ella fara at hugsa um okkurt annað. Hartil gert stílurin ofta tungur, tí hann er so broderaður og tíðum uttan ávisingarfornøvn.

Eg skal tó ikki fullkomiliga vísa frá mær, at børnum dámar tílíkar frásagnir, men meg rína tær ikki við. Í mínum eygum eru tær ikki sørt sjálvglaðar og merktar av einum uppgjørdum naiviteti. Í tí gitna filminum »The Sting« við Paul newman, Robert Redford og Robert Shaw spyr írski gangstarin (Shaw) fleiri ferðir nakað soleiðis:

»Do ya follo??« og við ævintýrunum hjá Rakel Helmsdal í huga hevði eg svarað:

»No, I don?t follow«.