Trý eru deyð, teirra millum ein, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, og 20 eru særd í einum skottilburði í Minneapolis í dag í eini katólskari kirkju, sum eisini rekur ein skúla.
Tað sigur ein embætismaður frá amerikanska løgmálaráðnum sambært Reuters.
Tíðindastovan upplýsti ikki beinanvegin navnið á viðkomandi.
Myndugleikarnir hava ikki givið nakra almenna fráboðan enn. Væntandi verður tíðindafundur seint seinnapartin mikudagin danska tíð.
Fyrr mikudagin varð løgreglan boðsend til skottilburð í eini kirkju í býnum Minneapolis.
Tað sigur guvernørurin í Minnesota, Tim Walz, í eini dagføring á sosiala miðlinum X.
- Eg biði fyri okkara børnum og lærarum, hvørs fyrsta skúlavika er oyðiløgd av hesi ræðuligu harðskapsgerð, skrivar hann.
Skjótingin fór fram við einari kirkju, sum eitur Boðanarkirkjan, sum eisini hýsir einum fólkaskúla við næmingum upp til áttanda flokk. Tað stendur á heimasíðu skúlans. Fyrsti skúladagur var mánadagin.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið kunning um tað, sum hann kallar ein ”syrgiligan skottilburð” í Minneapolis.
- FBI svaraði skjótt og er á staðnum. Hvítu Húsini fara framhaldandi at fylgja við hesi ógvusligu støðuni, skrivar hann á Truth Social.
Amerikanska innanríkisráðið boðar eisini frá, at tað fylgir við støðuni.
Ein røð av miðlum - eitt nú CNN og Sky News - hava fingið at vita frá ónevndum embætisfólkum, at illgruni er um, at gerningsmaðurin drap seg sjálvan.
/Ritzau/