Fýra offur eru eyðmerkt eftir ógvusliga eldsbrunan nýggjársnátt á Le Constellation Bar and Lounge í Sveis.
Tað upplýsir ákæruvaldið í kantoninum Valais, sambært sveisiska miðlinum SRF.
Hetta eru tey fyrstu ofrini, sum eru eyðmerkt síðani eldsbrunan, har umleið 40 fólk doyðu og yvir 100 fólk fingu skaða.
Tey fýra eyðmerktu ofrini eru tvær sveisiskar kvinnur í aldrinum 21 og 16 ár, og tveir sveisiskir menn í aldrinum 18 og 16. Líkini eru latin familjunum.
Sveisiska løgreglan segði í gjár, at tað kann taka fleiri dagar ella enntá vikur at eyðmerkja øll, sum doyðu í eldinum.
Eingin danskur ríkisborgari er funnin millum tey yvir 100 særdu.
Barrin, har eldurin kyknaði, er á skíðstaðnum Cras-Montana, sum er eitt vælumtókt frítíðarstað hjá útlendskum skíðrennarum.
Eldurin kyknaði í kjallaranum á barrini nýggjársaftan. Ein fyribils kanning vísir, at innandura fýrverk - eitt slag av stjørnukastarum, sum er fest á champagnefløskur - kom ov nær loftinum.
Eldurin breiddi seg síðani sera skjótt, upplýsir ákærin, sum stendur á odda fyri kanningini av eldinum, sambært tíðindastovuni Reuters fríggjadagin.
Bretski miðilin BBC hevur váttað tvær myndir inni frá barrini.
Her sært tú, hvussu sjampanjufløskur verða hildnar uppi, meðan neistar flúgva úr teimum. Omanfyri, á eini mynd úr loftinum, sæst tað, sum sær út sum eldur.
Eigarin av barrini sigur við sveisiska dagblaðið Tribune de Genève, at trygdartiltøk vórðu fylgd á barrini áðrenn eldsbrunan.
Eigarin, fraklendingurin Jacques Moretti, sigur, at barrin hevur verið kannað við trý eftirlit í tíggju ár.
– Alt varð gjørt eftir reglunum, segði hann við fjølmiðlarnar fríggjadagin, sambært AFP.
/Ritzau/











