Maduro er ákærdur fyri narkoterror og kokainsmugling

Nicolas Maduro, forseti í Venezuela, verður ákærdur í New York fyri narkoterror og kokainsmugling.

Tað skrivar amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi, á X.

Har stendur, at kona Maduro, Cilia Flores, eisini er ákærd, men løgmálaráðharrin sigur ikki hvat fyri.