Eldur er komin í Fuerte Tiuna, sum er størsta hernaðarstøðin í Venezuela, eftir amerikansku álopini. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Maduro skal fyri rættin í USA

Nicolas Maduro verður ákærdur í USA, sigur senatorurin Mike Lee eftir samráðingar við amerikanska uttanríkisráðharran.

Eldur er komin í Fuerte Tiuna, sum er størsta hernaðarstøðin í Venezuela, eftir amerikansku álopini. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela, er tikin og flogin av landinum saman við konu síni.

Hetta skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli Truth Social.

Hann váttar eisini, at USA hevur framt eitt stórt álop á Venesuela í dag.

– USA hevur við hepni framt eitt stórt álop á Venezuela, og leiðarin, Nicolas Maduro, forseti, er tikin og flogin av landinum saman við konu síni, skrivar Trump.

Tíðindafundur um støðuna verður klokkan 11 lokala tíð - klokkan 16 okkara tíð - á bústaðnum hjá Trump í Florida, Mar-a-Lago.

Venesuelanska stjórnin veit ikki, hvar Maduro og kona hansara eru, og krevur USA at prógva, at parið er á lívi.

Tað sigur varaforsetin í landinum, Delcy Rodriguez, við almenna sjónvarpið í Venesuela sambært Reuters.

Nicolas Maduro verður ákærdur í USA, skrivar republikanski senatorurin Mike Lee á X eftir samrøðu við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Sambært venezuelansku stjórnini hevur USA lopið á mál bæði í høvuðsstaðnum, Caracas, og í statunum La Guaira, Miranda og Aragua.

Stjórnin sigur, at USA hevur lopið á landið fyri at yvirtaka ovurstóru oljugoymslurnar í Venesuela.

Álopini henda eftir fleiri mánaðir við spenningum millum londini.

USA hevur í heyst sett túsundtals hermenn í økinum og hevur lopið á fleiri skip í Kyrrahavinum og Karibiska havinum, sum sambært USA fluttu rúsevni úr Venezuela.

Tað er ikki greitt, hvar Maduro og konan eru flogin til.

Stjórnin í Venezuela gav fyrr leygardagin út eina fráboðan, har hon staðfesti amerikansku álopini. Har stóð ikki, at stjórnarleiðarin, Nicolas Maduro, varð tikin til fanga.

Maduro stendur á odda fyri Sosialistiska Samleikaflokkinum í Venezuela og hevur verið forseti síðani 2013, tá hann tók valdið frá floksfelagnum Hugo Chávez.

Trump ákærir hann fyri at standa á odda fyri kriminella netverkinum Cartel de los Soles og fyri at noyða dømdar venezuelanskar brotsmenn at flyta til USA.

Sambært amerikansku sjónvarpsstøðini CBS News er Maduro tikin av elitudeildini Delta Force hjá amerikanska herinum.

 

/Ritzau/

 

Eldur er komin í Fuerte Tiuna, sum er størsta hernaðarstøðin í Venezuela, eftir amerikansku álopini. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix