Nigerianska løgreglan hevur skuldsett bilføraran, sum koyrdi bilin við bretska boksaranum Anthony Joshua, sum var við í eini vanlukku, har tvey fólk doyðu, fyri " fyrilitarleysa" og "hættisliga koyring, sum elvdi til deyða".
Tað upplýsti Oluseyi Babaseyi, talsmaður fyri nigeriansku løgregluna í statinum Ogun, fyri tíðindastovuni AFP í gjár.
Tann 46 ára gamli bilførarin, Adeniyi Mobolaji Kayode, er eisini ákærdur fyri at koyra uttan galdandi koyrikort.
Hann er eisini skuldsettur fyri at koyra uttan rætta umsorgan og uppmerksemi og elvt til likamligan skaða og materiellan skaða.
Bilførarin koyrdi mánadagin Anthony Joshua og tveir av vinmenn hjá boksaranum, Latif Ayodele og Sina Ghami, á einum ferðslutungum motorvegi millum Lagos og Ibadan í landsynningspartinum av Nigeria.
Bilurin, ein Lexus SUV, rendi inn í ein lastbil, sum stóð stillur. Latif Ayodele og Sina Ghami doyðu á vanlukkustaðnum orsakað av samanstoytinum.
Vinirnir vóru eisini ávikavist persónligi venjarin og styrkivenjarin hjá boksaranum.
Anthony Joshua og bilførarin sluppu undan vanlukkuni við smáum skaðum. Bretski boksarin varð útskrivaður av sjúkrahúsinum fyri nøkrum døgum síðani.
Ferðslumyndugleikarnir í Ogun, har vanlukkan hendi, upplýstu fyrr í vikuni, sambært AFP, at fyribils kanningar vístu, at bilurin koyrdi við nógvar frerð og at eitt dekk punkteraði, áðrenn hann rendi saman við lastbilin.
Bilførarin, Adeniyi Mobolaji Kayode, skal væntandi í rættin 20. januar.
Fyrrverandi heimsmeistarin knockoutaði YouTubaran Jake Paul út í einum nógv umrøddum framsýningardysti tíggju dagar undan deyðiligu vanlukkuni. Eisini hevur ein dystur við Tyson Fury í 2026 verið í umbúna.
/Ritzau/










