Demokrati ella diktatur?

Onkur hevur verið so beinasamur at lesa mítt opna bræv til løgmans í Sosialinum týsdagin 5. januar í ár og at lesa tað rættiliga væl. Heldur enntá, at har er okkurt komið øvugt fyri í sambandi við tað, eg nevni mína loyalitetsfatan.

Hetta er ikki sørt áhugavert í einum samfelag, hvørs borgarar halda seg búgva í einum demokratiskum samfelag.

Orðingin er hendan:

»Mín loyalitetsfatan eftir 3 ár undir leiðsluni hjá Mikkjali Helmsdal, sála, og 10 ár undir Henningi Jacobsen, nú fyrrverandi landsverkfrøðingi, er rættiliga einføld: Skattaborgarin skal gjalda mína løn og tað, sum eg brúki. Hann hevur fyrsta prioritet. Eg skal tæna føroyska samfelagnum uppá sikt!

Løgtingið setur kós og skapar rúm. Tað hevur annan prioritet, sum alla tíðina skal ráðgevast soleiðis, at tað fyriheldur seg til, hvat tænir samfelagnum nú og framyvir. Tann triði prioriteturin, landsstýrismaðurin, skal alla tíðina fyrihalda seg til løgtingið. Tí skal stovnsins ráðgeving hava í huga landsstýrismansins ábyrgd mótvegis løgtinginum. Fyrisitingin í millum hesi liðini er bert ein spurningur um mannagongdir, sum skulu fylgjast. Útinningin í verki skal vera sambært landsstýrismansins avgerð.

Fakið sjálvt er eitt apriori: Tað er! Hvørki landsstýrismaður ella løgting kann broyta fakið.«

Júst hendan orðingin er beinrakin eftir einum demokratiskum hugburði og er tí komin við í mínum brævi ? eftirkannað av aldrandi skilamonnum áðrenn hon fór út.

Tann fyrisitingarligi parturin er tann øvugti: stovnurin skal vera loyalur mótvegis landsstýrismanninum, sum hevur ábyrgd mótvegis løgtingi, sum so aftur hevur ábyrgd mótvegis fólkinum. Hetta verður lýst við setninginum: ?Útinningin í verki skal vera sambært landsstýrismansins avgerð.?

Í einum demokratiskum samfelag er høvuðsspurningurin, hvussu vit í felag síggja og lyfta tær uppgávur, sum liggja fyri framman.

Fyrisitingin er bert eitt amboð eins og maktin er eitt amboð. Hesi skulu sjálvsagt nýtast í sambandi við smávegis ella stórvegis neyðstøður. Hvørki fyrisiting ella makt má tó nýtast við tí endamáli, at skapa ósannindir ella at verja ósannindir.

Gerandisdagurin skuldi helst verið skipaður eftir nevnda leisti: tann alment setti skal tæna samfelagnum nú og framyvir. Øll ráðgeving skal eisini fylgja hesum og landsstýrismaðurin skal fáa eina ráðgeving, sum sambært tí kós, sum løgtingið hevur sett út í kortið, kann útinnast í verki.

At so landsstýrismaðurin tekur aðra avgerð, enn embætið loyalt (t.e. havandi í huga signal frá landsstýrismanninum) helt vera best, er so ein heilt annar spurningur.

Tað er hendan hugsanarhátt Mikkjal Helmsdal, sáli, vísti á, tá hann segði, at tað hevði verið lítil fongur í einum landsverkfrøðingi, sum bert sat og bíðaði eftir eini avgerð.

Tann øvugta hugsanin er, at embætismaðurin einans skal orða landsstýrismansins hugsan.

Hesar báðar fatanir av embætisverkinum eru ikki sambærligar og vit eiga alment at boða frá, hvørja vit ynskja skal virka í Føroyum ? og hvør fatan ikki skal virka.

Onnur er professionel og hin er diktatorisk. Onnur krevur veruliga umsiting og hin krevur bert ja-sigarar.

Erik Hoffmeyer er kendur tjóðbankastjóri í Danmark frá 1. januar 1965 til 31. desember 1994, í 30 ár. Hann er júst kendur fyri sínar meiningar og evni til at siga frá. Hann fekk eina munnliga uppsøgn frá Per Hækkerup, búskaparmálaráðharra, í oktober 1973.

Søgan um hesa uppsøgn var, at Hækkerup ætlaði eitt lógaruppskot, sum tjóðbankastjórin ikki kundi mæla til. Búskaparmálaráðharrin lat lógaruppskotið skriva og legði afturat, at uppskotið var gjørt í samráð við Tjóðbankan. Tjóðbankastjórin hevði annars í besta føri loyvt orðingini: »udformningen har været drøftet med Nationalbanken«

Tjóðbankastjórin skrivaði ein kronik í Aktuelt undir heitinum (blaðfólkini høvdu valt heitið): »Jeg skal ikke være en automat med meninger, andre putter ind i den«. Hækkerup ynskti ein nýggjan tjóðbankastjóra.

Men eisini eftir oktober 1973 nevndist tjóðbankastjórin Erik Hoffmeyer!

Erik Hoffmeyer var loyalur móti fakinum. Hann var loyalur móti ráðharra, stjórn, fólkatingi og samfelag. Hann hevur eina greiða fatan av, at í einum demokratiskum samfelag hevur fólkið krav uppá at fáa at vita, hvat fakið meinar!

Ynskir ráðharrin at krógva hesa fakligu meining, so má embætið almannakunngera hana. At embætið so sjálvsagt má nýta orðingar, sum ikki beinleiðis ganga ímóti stjórnaravgerðum er fyri ein góðan embætismann ein tekniskur spurningur.

Tað hevur sjálvsagt eisini týdning, at embætið í roynd og veru toyggir og bendir sítt fak tann vegin, sum stjórnin ynskir at ganga. Fyri ein góðan embætismann er hetta eisini ein spurningur um teknik.

Fyri okkara lítla, viðkvæma samfelag mega vit alla tíðina royna at tryggja, at ikki veikleikar hjá einum einstøkum persóni einastaðni í skipanini sleppur at gera alla skipanina veika ella sleppur at niðurbróta virðir, sum trupult verður at byggja upp aftur.

Í einum so lítlum, demokratiskum samfelag, sum tí føroyska, skuldu vit havt allar møguleikar fyri at fáa eina skipan, sum bæði formelt og reelt kann styðja uppundir tað góða (fakliga og etiskt) og forða tí ikki-góða.


Signar P. Heinesen