Fram til 2015 varð ásett í grein 32 í gomlu forsorgarlógini, at landsstýrismaðurin kann heimila at stovnseta skipanir, ið hava til endamáls at veita persónliga hjálp og røkt og stuðul kann veitast til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum. Júst sama lógaráseting um heimahjálp stendur enn í 2025 í donsku Servicelógini. Í Servicelógini er ásett, at kommunan skal – og ikki bert kann – veita stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum (herundir reingerð).
Danskar kommunur hava sostatt skyldu at bjóða óhjálpnum pensjónistum hjálp og stuðul til neyðugar praktiskar uppgávur herundir reingerð á bústaðnum. Meðan óhjálpin eldri í Føroyum mistu rættin til reingerð við Eldralógini frá 2015.
Henda skerjing av heimahjálpini, har rætturin til reingerð varð tikin burtur, gjørdi, at heimahjálpin bleiv ein viðfáningur. Óhjálpin eldri, sum treingja til reingerðarhjálp og aðra praktiska hjálp, fáa ikki ta hjálp frá kommununi, sum teimum tørvar.
Eldralógin átti sambært Eldralógini sjálvari at verið endurskoðað í 2020, men hava eldrafelagsskapir, eldrafeløg v. fl. enn ikki fingið høvi at endurskoða Eldralógina. Ásetingin um, at stuðul kann veitast til neyðugar praktiskar uppgávur á bústaðnum, eigur at verða sett inn í Eldralógina, hetta soleiðis at óhjálpnir pensjónistar aftur fara at fáa rætt at fáa reingerð og aðra praktiska hjálp á bústaðnum.
Umframt at syrgja fyri at fáa reingerð inn í Eldralógina er eisini neyðugt at broyta skipanina um heimahjálp, soleiðis at skipanin verður meira fleksibul og brúkaravinarlig.
Í Danmark finst t.d. :
- skipan um fleksibla heimahjálp, har pensjónistur, ið er visiteraður bæði til persónliga hjálp og praktiska hjálp, kann brúka hjálpina eftir hugi og tørvi
- skipan, har pensjónisturin kann velja millum kommunala og privata heimahjálp
- skipan, har pensjónisturin sjálvur kann finna ella útvega eina heimahjálp (hetta kann verða onkur í familjuni, ein vinur, ein kenningur ella líknandi)
- skipan um heimahjálp, sum verður visiterað og tildeilt sum tíð/tímar.
Tað er alneyðugt, at vit broyta og betra okkara skipan um heimahjálp, hetta soleiðis at óhjálpin eldri, sum ynskja at búgva longst møguligt í egnum heimi, kunnu fáa ta heimahjálp, sum tey ynskja og hava brúk fyri og ikki sum nú, vegna væntandi heimahjálp/reingerðarhjálp kenna seg noydd at søkja um pláss á kostnaðartungum ellis- og røktarheimum. Pláss, ið kosta millum 60.000 kr. upp í 100.000 kr. fyri hvønn íbúgva um mánaðin.
At bøta og betra heimahjálpina er best fyri brúkaran og ikki minst fyri kommunukassan.
Ingrid S. Henriksen
Valevni til Eldraráðið 2025 í Tórshavnar Kommunu











