Kórsamband Føroya, hvørs aðaluppgáva higartil hevur verið at hava tónleikaligu ábyrgdina av árligu kórstevnuni um hendur, men sum annars hevur tað í sínum endamáli at birta upp undir kórsang í Føroyum, tekur nú tað stig, at bjóða kórleiðarum á vikuskiftisskeið.
Skeiðið verður nú 19., 20. og 21. februar hildið í sangstovu Kommunuskúlans í Havn, og innihaldið verður kórleiðsla á heldur framkomnu stigi og gjøgnumgongd av kórbókmentum frá eldri og nýggjari tíð.
Skeiðsleiðari verður Steen Lindholm, sum er kendur í føroyska kórheiminum bæði sum høvuðsleiðari á árskórstevnuni tvær ferðir ? í Havn og í Klaksvík ? og sum musikalskur ábyrgdarmaður av stevnuni Kórstevnur Føroya Tríati Ár í1997 saman við Jóni Stefánssyni úr Íslandi, John Høybye úr Danark og Willi Gohl úr Schweiz.
S. Lindholm ? organistur, kórleiðari og statsins ráðgevi hjá áhugatónleikinum í Danmark ? hevur í mong ár havt leiðandi leiklut í norðurlendska kórsamtakinum Nordiska Körkommittén og somuleiðis í europeiska kórfelagsskapinum Europa Cantat. Sum kórleiðari ferðast Steen Lindblom nógv burtur í lond eitt nú til uppgávur við professionellu útvarpskórunum í Wien, Berlin, í Hollandi og í Belgia, har hann júst í hesum døgum arbeiðir við einari konsertskrá.
Føroyskir kórleiðarar kenna Steen eisini fyri skeiðrøð hann hevði fyri árum síðan, tá hann eisini undirvísti í orgulspæli.
Skeiðið í Havn nú í februar endar við lítlari kórkonsert í Kommunuskúlahøllini, har skeiðluttakararnir fáa høvi til at sýna sín dugnaskap.
Skeiðið kostar 500 kr., og luttakararnir biðjast melda seg hjá Sigvør Laksá, tlf. 444900 (arb.) ella 441982 (heima), hjá Frits Johannesen, tlf. 444143 (arb.) ella 444326 (heima) ella hjá Ólavi Hátún, tlf. & fax: 311819, í seinasta lagi fríggjadagin 5. februar.
Kórsamband Føroya