Fleiri sera spennandi og øðrvísi fløgur eru á veg frá Tutl.
Kristian Blak upplýsir, at fløgan Grannar er farin í framleiðslu. Hetta er harmonikufløgu, ið Pauli Jacobsen hevur skipað fyri, Sjey grannalond eru umboðað á fløguni, eisini Føroyar.
Undirspælið til íslendska innslagið er eisini føroyskt og hava m.a. Ronnie Nielsen og Kolbein Simonsen staðið fyri tí.
Eisini er fløgan Rock from the cold seas farin til framleiðslu. Hetta er fløga við hørðum rocktónleiki úr fleiri norðurlondum, sum íslendingurin Jens Guð ók stig til. Hann vitjaði í Føroyum fyri jól og metti hann fløguna vera sera spennandi og áhugaverda. Úr Føroyum luttaka m.a. Hate Speech.
Hesar báðar fløguætlaninar eru stuðlaðar av Nora, ið hevur verkætlan, ið letur stuðul til norðurlendskar tónleikaverkætlanir.
Íslendskt
Ein sera spennandi fløguætlan er ein fløga við íslendskari sangarinnu, sum býr í Danmark. Nina Bjørg og bólkurin Klaki geva út á forlagnum Tutl, hóast hetta er íslendkur tónleikur á íslendskum.
Kristian Blak sigur, at tónleikurin á hesi fløguni minnir nakað um Enekk.
- Ella kanska nakað um tað Sunleif Rasmussen og eg sjálvur fáast við, sigur Kristian Blak, sum sigur fløguna vera sera góða og á høgum støði.
Eisini er ein fløga við helvtini av bólkinum Maður:Glotti ávegis.
Terje Messel hevur sjálvur gjørt tónleikin, sum hann gevur út. Talan er um blueskendan tónleik frá Terja Messel, sum spælir saman við einum bólki í Aalborg. Sjálvur býr hann í Nibe.
Fyllir ár
Í ár fyllir Tutl 22 ár í útgávu høpi. Í 1977 kom Jazz í Føroyum út, fyrsta jazz lp'in.
- Eg haldi 99 og 22 eru stuttlig tøl og vit ætla at endurprenta jazz 1,2 og 3 á eina dupultfløgu, sigur Kristian Blak, sum væntar henda jubileumsútgávan kemur í vár.
Møguliga verður okkurt annað av gamla tilfarinum á hesi fløguni eisini, men Kristan Blak ætlar at vera varin, so útgávan ikki missir samleikan.
Mangar av útgávunum hjá Tutl eru bert á plátu, hóast nakar eru endurprentaðar á fløgu, men forlagið arbeiðir støðugt við at fáa gamla tilfarið á fløgu.